Í døgunum, 5. og 6. septembur, verður Norðurlandahúsið karmur um arktiska landbúnaðarráðstevnu, ið ber heitið, Circumpolar Agricultural Conference. Tað er 11. ferð, at ráðstevnan verður hildin, og hesa ferð er tað Búnaðarstovan, ið er vertur.
Høvuðsevnið er “Farming in the High North – Contributions to a sustainable local Bioeconomy and secure Food Systems.”,og á skránni eru fyrilestrar m.a. um margfeldi, sjálvsveiting, burðardygd, seyðahald og landbúnaðarpolitikk.
Millum lyklarøðararnar eru Lise Lykke Steffensen, stjóri í NordGen (Nordisk Genressurcecenter), Bernt Skarstad, leiðari fyri bóndafelagið, Norsk Bonde og Småbrukerlag, í Nordland, og Sigurður Eyþórsson, serfrøðingur í landbúnaðarmálum í Matvørumálaráðnum í Íslandi og fyrrverandi stjóri í Bændasamtök Íslands (íslendska bóndafelagið). Eisini luttaka føroyskir røðarar og røðarar úr øðrum londum.
Seinni ráðstevnudagurin endar við ráðstevnudøgverða á Panorama, har borðreitt verður við matskrá, ið fagnar føroyskum landbúnaðarmatvørum, sum hoyra árstíðini til. Dagin eftir verður skipað fyri útferð fyri luttakarum, ið ynskja at síggja og uppliva føroyskan landbúnað.
Kunning um ráðstevnuna og tilmelding er at finna á ráðstevnuheimasíðuni: www.cac2023.fo.
Seinni í mánaðinum verður skráin tøk á ráðstevnuheimasíðuni, umframt á heimasíðuni og facebooksíðuni hjá Búnaðarstovuni.
Kunning viðvíkjandi ráðstevnugjaldi:
- Lesandi gjalda 50% av ráðstevnukostnaðinum.
- Áhugafelagsskapir kunnu søkja um at fáa í mesta lagið 4.000 kr stuðlað. Avmarkað nøgd.
- Limir í Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag melda til umvegis feløgini áðrenn 20.august