Aftaná at hava tikið realeksamiu, royndi hann seg sum sjómann, men tað var ivaleyst ikki nakað fyri hann, tí í 1971 fór hann til Havnar á studentarskúla, har hann eisini hittu konu sína Lenu. Arnfinnur er sum pápi hansara, fyri bókum og lesnaði, tað sæst í teirra heimi har suðuri. Aftaná loknan studentarskúla, fóru so tey bæði niður til Danmarkar at lesa. So tvey tey elstu børnini eru fødd í Danmark. Tá Arnfinnur og Lena komu heimaftur til Føroyar í 1985 fekk hann arbeiði sum lærari við HF og Studentaskúlan við Gøtugjógv, og hon sum laborantur við Klaksvíkar Sjúkrahús. Har búðu tey í níggju ár. Familju- og heimkærur sum Arnfinnur er, longdist honum altíð suður aftur til Vágs, So tá Miðnámsskúlin kom, fekk hann møguleika at koma suður aftur, og býr hann í sínum barnaheimi í dag. Arnfinnur er glaður fyri at syngja, tað er ikki ein veitsla hann er við, at hann ikki hevur gittarin við, so tá tey fluttu suður til Vágs fór hann í kirkjukórið Ljóm at syngja, og har er hann formaður í dag. Arnfinnur er sonur Alfridu og Joen Paula Thomassen í Vági, vanliga nevnd
Alla og Palli í Tøðuni. Hann er yngstur av fimm systkum, hann er giftur við Malenu Klein frá Gjógv dóttir Jóhannu og Leivur Klein. Arnfinnur og Lena eiga fýra børn, Jóhannu, Jóan Paula, Leivur og Atla.
Góði lítli beiggi hjartaliga tillukku við føðingardegnum og øll góð ynskir fyri framtíðina.
xxx
-