Arnold stevndur

Ein kvinna, sum fyrr hevur lagt guvernørin í Kalifornia, Arnold Schwarzenegger, undir kynsligan ágang ímóti sær, hevur nú stevnt guvernørinum fyri ærumeiðing.

Rhonda Miller var ein av teimum sekstan kvinnunum, sum undir valstríðnum upp undir guvernørvaldið vildu vera við, at Schwarzenegger hevði gjørt seg inn á tær kynsliga. Hon sigur nú, at guvernørurin nýtti ærumeiðandi orð, tá hann avsannaði skuldsetingarnar.

Undir valstríðnum segði Rhonda Miller, at Schwarzenegger hevði togað blusuna av henni, og at hann síðani hevði tikið myndir av bróstum hennara. Hetta hendi, tá filmurin "Terminator 2" bleiv tikin upp. Stuðulsmenninir hjá guvernørvalevninum vístu hesum aftur, og teir avdúkaðu ymiskt meiri ella minni ivasamt um fortíðina hjá Rhondu Miller. Tað vísti seg kortini aftaná, at stuðulsmenninir høvdu mistikið seg, tí upplýsingar teirra snúðu seg um eina aðra kvinnu, sum eisini eitur Rhonda Miller.