Arsenal í finaluni

Longd leiktíð skuldi til, tá Arsenal á Emirates Stadium sendi Tottenham úr lítlu enskuk steypakappingini – Carling Cup.

Fyrri dysturin á White Hart Lane endaði við 2-2 javnleiki, og eftir 90 minuttir á Emirates, stóð 1-1 á talvuni. Adebayor tóktist annars hava sent Arsenal á sigurskós, men stutt fyri leiklok javnaði Mido fyri Tottenham. Í longdu spælitíðini setti Arsenal tó tingini upp á pláss. Jeremie Aliadiere skeyt teir upp á 2-1, áðrenn Pascal Chimbonda gjørdi sjálvmál til endaligu støðuna.