Arsenal tók ímóti Middlesbrough á Emirates Leikvøllinum í dag. Arsenal vann dystin 2-0 við tveimum málum hjá Cesc Fabregas. Støðan í hálvleikinum var 1-0.
Tá 26 minuttir vóru farnir fekk Arsenal enn eitt ótrúliga vakurt mál. Talan var um sera vakurt samanspæl millum Cesc Fabregas, Andrey Arshavin og Nicklas Bendtner. Úr vinstru síðu beinir Arshavin bóltin inn til Fabregas, sum var staddur við brotsteigarmarkið. Fabregas langaði bóltin í handara hornið til 1-0.
Tá 67 minuttir vóru farnir fekk Arsenal sigursmálið. Emmanuel Eboue gevur Fabregas eina góða sending, sum rundar Brad Jones í Middlesbrough-málinum og skorar til 2-0.
Við sigrinum er Arsenal 10 stig frammanfyri Aston Villa, sum liggur á fimta plássi, og við fýra dystum eftir at spæla skuldi Champions League plássið hjá Arsenal verið heima.
Middlesbrough liggur framvegis undir niðurflytingarstrikuni, og byrjar tað at síggja svart út hjá norðurenska liðnum.