Artic Circle til Føroyar

Avtalað er gjørd um samstarv millum Útnorðurráðið og Artic Circle

Útnorðurráðið hevur í skrivað undir sáttmála um samstarv við Artic Circle. Sáttmálin varð undirskrivaður á evnisráðstevnu , ið Útnorðurráðið skipar fyri í Grindavík í Íslandi í hesum døgum


Sigríður Blöndal, stjóri í Arctic Circle, og Lars Emil Johansen, formaður í Útnorðurráðnum skrivaðu undir samstarvsavtaluna.

 

Partarnir eru samdir um, at Útnorðurráðið eftir hetta fer at luttaka í ársfundinum hjá Arctic Circle, umframt øðrum fundum, hildnir í Íslandi og øðrum londum.

 

-Samstarvið ber við sær, at Útnorðurráðið leggur fram hugskot og uppskot um evnisdagar, evni, røðarar og fyrilestrahaldarar, og – um semjast kann um tað, og grundarlag er fyri tí – leggur til rættis verkætlanir millum ársfundir, til dømis stovnar nevndir at taka sær av serligum evnum í ráðveldi Arctic Circle.

 

Lars Emil Johansen væntar, at avtalan fer at hava avgerandi týdning fyri Útnorðurráðið.

 

-Vit verða sjónligari og virknari í arktiska arbeiðnum. Tað haldi eg vera týdningarmikið, sigur Lars Emil Johansen.

 

Sigríður Blöndal sigur, at tað er so líkatil, at Útnorðurráðið fer uppí avtaluna, tí longu sum er, samstarvar ráðið á fleiri økjum við Arctic Circle.


- Fyri okkum at síggja, er eitt tætt samband millum tey trý londini ein styrki, tá talan er um framtíð arkis. Bæði Útnorðurráðið og Arctic Circle verða styrkt, sigur Sigríður Blöndal.

 

Starvast undir egnum heiti

Útnorðurráðið hevur tryggjað sær rættin, undir egnum navni, at leggja til rættis evnislestrar á fundunum, umframt loyvi at bjóða ásettum tali av fólki við á fund.

 

Tiltøkini verða løgd til rættis í samstarvi við Arctic Circle.

 

Ólafur Ragnar Grímsson, forseti Íslands, var millum teirra, ið tóku stig til Arctic Circle ráðstevnuna.Tá ráðstevnan í 2015 varð hildin á triðja sinni, luttóku yvir 40 lond, teirra millum Kina, Týskland og Frankaríki.

 

Arctic Circle Forum er ein minni ráðstevna, sum verður hildin á hvørjum ári. Íslendski forsetin skjýtur upp, at fyrsta ráðstevnan í Føroyum verður í 2017.