Asiatiska fót­bólts­sam­band­ið fegn­ast um at Fifa hev­ur broytt kós

Asiatiska Fótbóltssambandið (AFC) fegnast um, at Altjóða Fótbóltssamgongan, Fifa, hevur tikið aftur uppskotið um at stovna eitt handilsligt felag.

Forsetin í Asiatiska Fótbóltssambandinum, Shaikh Salman bin Ebrahim Al Khalifa, fegnast um, at Fifa hevur slept ætlanini um at selja partar av kappingunum til privatar íleggjarar. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

Tað skrivar AFC á heimasíðu síni í morgun.

Forsetin í AFC, Shaikh Salman bin Ebrahim Al Khalifa, bjóðar avgerðini hjá Fifa vælkomnari.

– Framtíðin hjá altjóða fótbólti eigur altíð at verða skapt gjøgnum eina skipaða hoyringartilgongd, felags orðaskifti og virðing fyri teimum leiðsluskipanum, sum longu eru í okkara ítrótti, sigur hann.

Fifa kunngjørdi fyrr í vikuni ætlanina um at stovna handilsliga felagið Fifa Forward Enterprise (FFE), har privatir íleggjarar skuldu kunna keypa partar av rættindunum til kappingarnar hjá Fifa.

Men í nátt boðaði Fifa-forsetin Gianni Infantino frá, at ætlanin er løgd á hillina.

Sambært Infantino hevði verkætlanin skapt so stóra ósemju, at hon ikki longur tænti sínum upprunaliga endamáli.

Uppskotið møtti harðari mótstøðu, serliga frá Evropeiska Fótbóltssambandinum, Uefa, sum hótti við at boykotta HM og aðrar Fifa-kappingar, um ætlanin varð framd.

AFC tók undir við atfinningunum.

Sambært Shaikh Salman eiga framtíðarátøk, sum hava týdning fyri altjóða fótbólt, at verða løgd fram og umrødd saman við teimum kontinentalu sambondunum, Fifa-ráðnum, limasambondunum og øðrum viðkomandi pørtum.

– Eg eri errin av, at øll okkara limasambond stóðu saman og góvu AFC heimild til at leita eftir svarum teirra vegna í einum máli, sum hevur avgerandi týdning fyri framtíðina hjá altjóða fótbólti, sigur hann.

 

Forsetin í Asiatiska Fótbóltssambandinum, Shaikh Salman bin Ebrahim Al Khalifa, fegnast um, at Fifa hevur slept ætlanini um at selja partar av kappingunum til privatar íleggjarar. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)