Migrantar royna leygardagin at sleppa framvið sponskum løgreglufólkum í Ceuta. Umleið 60.000 migrantar komu inn í eksklavuna úr Marokko síðstu dagarnar, men meginparturin er nú farin aftur. (Mynd: Violeta Santos Moura/Reuters)

ES kallar saman til video­fund um migrant­a­streym­ar

ES hevur kallað inn til videofund hjá ráðharrunum týsdagin eftir stóru migrantastreymarnar til sponsku eksklavuna Ceuta.

Migrantar royna leygardagin at sleppa framvið sponskum løgreglufólkum í Ceuta. Umleið 60.000 migrantar komu inn í eksklavuna úr Marokko síðstu dagarnar, men meginparturin er nú farin aftur. (Mynd: Violeta Santos Moura/Reuters)

Tað skrivar írski ráðharrin Micheál Martin á X.

– Vit halda fram við at hava tætt samband við øll limalond og ES-stovnar og fylgja framhaldandi neyvt við støðuni, skrivar hann.

Fundurin verður hildin fyri ráðharrunum í ráðnum fyri rættarmál og innlendismál. Enn er ógreitt,

Fyrr í dag sendu daska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, italienska forsætisráðfrúan Giorgia Meloni og 20 aðrir stjórnarleiðarar eitt felags bræv, har tey kravdu skjót átøk í sambandi við støðuna í Ceuta.

Í brævinum heittu tey á írska formansskapin í ES um at kalla inn til skundfund millum innlendismálaráðfólkini fyri at seta neyðug tiltøk í verk.

Síðan hósmorgunin eru tíggjutúsundtals migrantar komnir úr Marokko inn í sponsku eksklavuna Ceuta.

Sambært leiðaranum í Ceuta, Juan Jesús Vivas, hava umleið 60.000 fólk tikið seg inn í eksklavuna síðani tá.

Av teimum eru umleið 48.000 longu farin aftur til Marokko.

Ceuta liggur við Gibraltar-sundið og hevur landamark við Marokko. Umleið 83.000 fólk búgva í eksklavuni.

Í felags brævinum heita stjórnarleiðararnir eisini á ES um at styrkja stuðulin til Frontex, sum er marknaeftirlitsstovnur hjá ES.

Tey boða samstundis frá, at londini eru til reiðar at herða marknaeftirlitið við egnum innaru mørkum fyri at forða fyri, at migrantar úr Ceuta ferðast víðari inn í Evropa.

Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez, hevur kortini funnist hvassliga at felags brævinum.

Hann kallar tað sjálvsøkið.

– Í verandi altjóða støðuni hevur ES ikki tørv á slíkum sjálvsøknum, syndrandi og ólógligum viðbragdi, skrivar Pedro Sánchez sambært AFP.

Kortini tekur hann undir við, at ES skipar fyri einum skundfundi millum ráðharrarnar um málið.