Í siðsøguni í VikuskiftisSosialinum, sum fæst í blaðsølunum, er áhugaverda søgan hjá Ásmundi Olsen, ættaður úr Svínoy.
Hann var skipari á Sjúrðarbergi.
Tá teir høvdu havt seinasta hálið, fekk hann blóðpropp og mátti í skundi við tyrlu flytast á sjúkrahús í Tromsø.
Seinni kom hann á sjúkrahús í Danmark og Noregi.
Ásmund Olsen lá í respirator í einar 10 vikur, har hann ikki visti til sín, so støðan hjá honum var sera álvarsom.
Men so hendi mest sum eitt undur. Hann raknaði við aftur og fekk venjing í Havn og Klaksvík, og nú er hann so væl fyri sum nakrantíð.
Hansara søga er sera áhugaverd og kann lesast í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, og tað er, sum áður, Óli Jacobsen, sum skrivar.