Astrid Nanly Breckmann er Danmarksmeistara í amboðsfimleiki. Tað boðar Føroya Fimleikasamband frá í dag.
- Okkara fremsti fimleikari hjá kvinnum, Astrid Nanly Breckmann, kann nú kalla seg Danmarksmeistara í amboðsfimleiki. Astrid, sum er partur av føroyska kvinnulandsliðnum í amboðsfimleiki, luttók í dag í DM fyri lið í amboðsfimleiki, skrivar Føroya Fimleikasamband.
Astrid Nanly Breckmann luttók saman við liðfeløgum sínum í danska fimleikafelagnum KG66, og soleiðis var tað fimleikafelagið KG66, sum varð Danmarksmeistari fyri lið. Astrid N. Breckmann venur annars til dagligt við Havnar Fimleikafelag.
- Tað sum eisini er merkisvert, er at umframt at hon vann kappingina saman við sínum liði, so var hon eisini besti fimleikarin í allari kappingini samanlagt. Vit ynskja Astrid hjartaliga tillukku við flotta avrikinum, skrivar Føroya Fimleikasamband.
Á myndini síggja við Astrid saman við venjaranum Camelia Mihaela Mindricel-Selariu