Astrup & aling!

Tá ið hin danski UNIBANK fyri fáum árum síðani gekk út ímóti tromini og var stutt frá troti, mælti nestorurin í donsku bankaverðini, Alex Brask Thomsen, til at stjórin Steen Rasborg varð avsagdur. Í eini bersøgnari blaðsamrøðu har hann samanbar úrslitini í týsku og schweisisku bankunum við tey donsku, segði hann hesi kontroversiellu orðini: »Bankfolk er jo i princippet nogle af de dummeste mennesker vi har. De har ingen penge, men stor magt. Også i forhold til deres evner. Ingen af dem ejer personligt en bank. De er bae nogle funktionærer med - som tilfældet Rasborg - gode forbindelser«

Um gamli eigarin av Finansbankanum hevur rætt í hesi vurdering, er ilt at meta um hjá vanliga manninum, men undir øllum umstøðum havi eg altíð mett, at Jørn Astrup Hansen var eitt frávik frá hesi regluni. Dugnaliga hevur hann bankað tveir sperdar bankar upp til ein mastodont í føroyska fíggjarheiminum. Eisini hevur hann megnað, at skapað Føroya Banka stórt álit, bæði her á landi og allarhelst uttanlands eisini. Og álit er væl ein stórur partur av øllum samskifti í bankaverðini sum aðrastaðni. Bara hettar, at tú hevur dirvið til, at fara innan í ein peningastovn við einari millión krónum og flýggja hana yvir um skivuna ímóti eini kvittan, sum í framleiðsluvirði kostar 5 oyru, sigur ikki so lítið um hesi viðurskifti.

Astrup, sum føroyingar so familiert eru farnir at rópa bankastjóran, hevur við sínum fastleika, fingið ein hóp av føroyingum at skilja, at eitt yvirfíggjað- og útspekulerað vinnulív eingin grundvøllur er undir tjóðini, soleiðis sum ein stórur partur av fólkinum var farið at halda, eftir at hesir ábyrgdarleysu, garvillu og útspekuleraðu yuppie?arnir høvdu herjað landið í longri tíð - vælhjálptir av m.a. táverandi Føroya Banka.

Nú var undirritaði langt av landi skotin í vinnuørindum, tá ið Áki á Sosialinum slerdi uppá tráðin, fyri at frætta mína støðu, til uppskotið hjá Finnboga Arge, um at hækka markið fyri útlendskum kapitali í føroysku alivinnuni úr 33% upp í 49%. Í stóran mun er rætt endurgivið, sjálvt um hann kanska hevur havt eitt av hesum journalistisku blitz-andføllunum tá ið hann hevur tikið viðmerkingina um Føroya Banka fram á forsíðuna og upp í undiryvirskriftina.

At tað er fallið hægstlønta almenna bossinum í Føroyum fyri bróstið, at Føroya Banki í núverandi líki verður samanborin við ein gamlan sparikassa, er ilt at skilja, tá ið tað er almenn vitan, at sparikassarnir í eindarstainum Danmark vóru tryggastu og best konsolideraðu peningastovnarnir, kanska í øllum heiminum, áðrenn teir fingu somu treytir at virka undir sum bankarnir.

At Astrup nú skammast við sítt ovurvarðsemi er ilt at fata. Kanska er tað vorið ov møðsamt at ganga bæði við reim og selum, og um hann hevði slept selunum nú, so hugsi eg at brøkurnar hóast alt høvdu verið hangandi í reimini frameftir. Tað er vanlig fatan í vinnuni, at bankin er ómetaliga tungur og stirvin í útlándspolitikkinum og uttan at kanna málið, so er Christian í Grótinum helst besta dømi um hetta. Tá ið teir menninir, innløgumenn og rokskiparar ígjøgnum fleiri ættarlið, sum sigst, einki álit áttu ímillum landkrabbarnar í Niels Finsensgøtu, tá eru tað helst mangir sum ivast í, um metingar teirra eru fuglur ella fiskur. Tá ið hesir gigantarnir í føroyskum fiskiskapi vórðu sneiddir av, so er lítið hjá okkum smáu at heinta. Tvey skiftir var eg við til at samráðast um fígging í Bankanum og báðu ferðirnar fingu vit at vita, at verkætlaninar vórðu ikki burðardyggar, tær høvdu snøgt sagt ongan livandi tjans - varð svarið eftir mánaðarlanga parlamenteran. Føroya Sparikassi tók um endan tá ið Føroya Banki slepti honum og í ár gjalda hesi bæði feløgini eina slaka millión í skatti til land og kommunu. Hetta bara fyri at vísa hvussu skeivir hesir turru ástøðingarnir kunnu fara í teirra metingum. Loðnir í lógvunum blaða teir ú tjúkkum pappírssátum og vilja einki álit lata útaftur í samfelagið. Tað sæst sjáldan ein glæma í bergholsmunnanum.

Vit sum hava ta áskoðan, at frælsu marknaðarkreftirnar eru einasta búskaparmodellið, ið ført er fyri, at halda fólksins vælferð á einum nøktandi støði, syrgja ikki íhaldna bankapolitikkin meiri enn tað, at broytist hann ikki, veksur ein annar peningastovnur upp undir lið hansara eftir kravi marknaðarins. Tað var tað sum hendi tá ið Sjóvinnubankin sá dagsins ljós, og sum Finnbogi Arge segði um núverandi Føroya Banka undir viðgerðini á Løgtingi hendan dagin, so var forleyparin vorðin so steindeyður, at føroyskt vinnulív var um at kvalast í fíggingartroti. Minnist serliga væl abba mín tosa um ta ferðina hann fór suður til Havnar at royna eftir fígging til hina seinri so kendu skonnartina »Sannu«. Hetta var í 1933 og hann hevði tá verið skipari í eini 17 ár, í tí frægara endanum. Eftir at verða sneiddur av í Føroya Banka gloymdi hann hetta ongantíð aftur. Á veg oman í Vágsbotn, har mjólkarbáturin lá, møtti hann skyldmanninum Carl á Lag, sum lánti honum somikið av peningi, at keypið gjørdist veruleiki. Útgerðarmaðurin í Havn fekk allan peningin aftur árið og annað árið eftir og »Sanna« sigldi haðartil hon varð bumbað og søkt norðanfyri í 1942.

Nú er tað mangt sum bendir á, at Astrup hevur lisið samrøðuna á sama hátt sum tá ið Belsebub kagar í heilagu skriftirnar. Klórar okkurt burturúr samanheinginum og í ovursinni ristir hann ákæruna saman og prosederar: »Konstateringen er imidlertid ikke blot opsigtsvækkende. Den er også irrelevant og forvrøvlet«. Hetta og tað sum síðani kemur, minnir ikki sørt um skinnsakirnar undir hinum reyða zarinum. Ósøgd orð og óhugsaði motivir vórðu áløgd monnum og hareftir dømdu hirðmenninir í ræðsluresjimi Stalins.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður stórt sæð, sum einasta grundgeving, barslað við hesi frasu: »Ætlanin við broytingini er at geva tekin um, at útlendskur kapitalur og vitan eru vælkomin til Føroyar«.

Í sjálvum sær ein horribul tanki, at nýta eina av etableraðu høvuðsvinnunum sum signalvirði, til at eggja fremmandum kapitali til landið. Vit minnast hvussu eymir danir hava verið, tá ið serliga týskarar hava ligið framvið at keypa jørð í Danmark - landbúnaðurin hevur verið mettur sum heilagur nationalur eigindómur, og hvør minnist ikki rokilsi tá ið spekulanturin Jan Bonde Nielsen seldi týsku verksmiðjuni M.A.N. 49% og fyrrverandi norska verjumálaráðharranum Otto Grieg Tidemand 2% av nationala klenodiinum B & W - og endin gjørdist hin sami, sum hann gerst í føroysku alingini, glíða vit nú í svinginum. Missir tú ognarrættin fer dispositiónsrætturin sama veg - á bláman.

Nú havi eg ongantíð sagt og meini tað sjálvandi heldur ikki, at Føroya Banki skal eiga partabrøv í føroysku alivinnuni - Harrin forbjóði tí. Sjálvandi skal partapeningurin vera á privatum hondum líka so sjálvandi má tað verða, at hann er menniskjapeningur. Nú er partapeningurin bara ein lítil partur av hesi kapitalkrevjandi vinnu og tí er tað sjálvandi neyðugt at bankar, sparikassar og aðrir koma inn at fíggja raksturin í vakstrartíðini og her er tað, at veruliga svarið kanska liggur uppá, hví uppskotið nakrantíð hevur sæð dagsins ljós (?)

Tað er kanska ikki óhugsandi, at Bankin óbeinleiðis er upphavið til uppskotið, so heitur sum stjórin er fyri at hækka prosentið. Draga útlendingarnir fremmanda rakstrarfígging við sær samsvarandi hækkaða prosentinum, minkar vandin hjá føroysku peningastovnunum og lættari verður at lata fólkinum fígging til bilar, stereovarparar og annað marglætisgóðs - við veð í sethúsum, sjálvandi.

Sjálvandi eru tað partaeigararnir sum koma við vágafúsa kapitalinum og tað mega vit ganga út frá at teir hava gjørt tá ið m.a. Føroya Banki annars hevur fíggjað upp til 70% av engagementinum (ytstir í vandanum sita fóðurlatararnir). Grundirnar fyri at tað júst nú skal seljast út av vágafúsa kapitalinum, eru torførar at fáa eyga á, serliga tá ið vinnan er í stórari menning og eftir øllum at døma fer at geva stórt avkast til eigarar, fíggjarstovnar og ikki minst til landshúsarhaldið.

Vinnan verður einki betri fyri bara av tí, at partabrøvini verða handlaði. Líkamikið um tað er fyri pari ella meira, so kemur kapitalurin ongantíð inn í felagið, men endar heldur í húsa- & jarðaspekulatión o.s.fr. í høvuðsstaðnum ella aðrastaðir. Og hvat er so vunnið við hesum(?)

Nú er hettar, at oysa pening burtur úr feløgum tøma tey, eitt vælkent fyribrigdi í m.a. Danmørk. Og vit báðir Astrup eru fullkomuliga samdir um, at hettar er eitt forkastiligt fyribrigdi. Nú sigst tað jú, at tað sjáldan rýkur av ongum brandi, kanska stjórin veit um okkurt líknandi dømi í føroysku alivinnuni ella er tað bara av tilvild at tað verður nevnt(?)

Vit eru somuleiðis samdir um, at tað er ikki røtt mannagongd, at lána til partapening í felagi. Men føroyski veruleikin er helst tann, at tað oftani hevur verið lánt uppá frívirðið í sethúsum, jørð og aðrari ogn tá ið byrjað er fr´abotni av. Í flestu førum eru lánini goldin aftur við egnari inntøku og var ikki satsað á henda hátt í veiðimannasamfelagnum høvdu stórar inntøkur verið farnar fyri bakka. Uttan at vita tað, kundi eg hugsa mær at táverandi ungir og djarvir menn sum John Dam, Eiler Jacobsen, Jóhan á Plógv, Palli í Grótinum, Líggjas Jóhannessen o.a. byrjaðu sína lívsleið sum útgerðarmenn á hendan hátt. Og hvønn týdning hesir og aðrir ónevndir hava havt fyri føroyska samfelagið, er óneyðugt at nevna, tá ið tað er almenn vitan.

Stórt sæð eru vit báðir Astrup bara ósamdir um hesi vanlukkuligu prosentini. Og tað skula vit helst eisini vera, tá ið tað sjálvandi eru tveir sjónarvinklar í júst hesum spurninginum. Annar er handilsligur og hin politiskur. Eg skilji væl at stjórin og Havbúnaðarfelagið eru heitir fyri uppskotinum tá ið partabrøvini sjálvandi fáa eitt størri virði av størri umsetiligheit og einum vavmiklari marknaði. Motivini hjá samfelagsins sjakalum í grannskoðara og ikki minst advokatfelagnum kanst tú bara gita tær til(?)

Politikkarin er valdur at tæna landi og fólki. Og í hesum fullveldistíðum fari eg ikki at atkvøða fyri, at leggja eina rímiliga vælvirkandi alivinnu, sum eina cash cow, á føroysku firðunum fyri norska alarabourgeoisi?inum, sum í sínari protektisionismu ikki loyvir nøkrum at nærkast sínum egna tilfeingi. Landsstýrismaðurin væntar ikki at broytingarnar fara at hava búskaparliga avleiðingar við sær fyri landskassan. Heldur ikki her eri eg samdur, tá ið eg meti, at tað í ringasta føri kann hava drepandi avleiðingar við sær, tá føroyingar missa tamarhaldið á eini natúrgivnari vinnu og aftur verða røktingarmenn hjá útlendskum góðseigarum - á egnum garði. Ansað eigur at verða eftir, at spekulanturin ikki vinnur á politikkaranum.

Politikkarin eigur at hava í huga komandi nógvu ættarliðini, ið skula búleikast á hesum klettum, í ókomnum árum. Tað er eingin sjálvsagdur rættur, sum okkum er latin upp í hendi, at selja út av frumburðarrættinum. Tað er flestum kunnugt hvussu vanlukkuligur endin kann verða av slíkum handli og eg hugsi ikki at vit p.t. eru so gorhungraðir sum Esav, tá ið hann seldi Jákupi frumburðarrættin fyri breyð og ein verð av flatbønum (1. Mósebók 25, (29-34)).


Glyvrum, 01. des. 1998

Tórbjørn Jacobsen, ltm.