Tíðindaskriv:
70’ara rokkur hittir føroyskan fólkapopp á Epoxyprimer sum er næsta staklagið av heildarútgávuni Sýrublað.
Epoxyprimer er eitt slag av grundmáling, sum verjur ímóti vætu og rusti og innsiglar yvirflatur. Til tíðir, er tað sum um vit mennskju verja okkum sjálvi við slíkari grundmáling, sum eitt slag av sjálvverju. Og tað er júst tað, sum lagið snýr seg um, at halda eina kensluliga fjarstøða og vernd, fortalt í myndum um m.a skipini sum liggja í dokk og verða málaði.
Tónlistarliga hevur Guðrið fingið íblástur til lagið frá bólkum, sum Jethro Tull, The Doors og Air, og hevur lagið eitt eyðkent blokkfloytu tema, vakrir tónar frá songkvinnuni Elinborg, omnichord harpu-og rútmuboks og vælsvingandi organiskan trummusláttur.
##med2##












