At kenna hitan av hondum sum sleptu?

- Eg havi lisið bókina um Ova. Áðrenn eg byrjaði, helt eg meg hava upplivað nógv í lívinum, men so við og við gekk upp fyri mær, hvussu lítið eg hevði upplivað, segði Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, tá ið hann setti ovastevnuna í Geilini í Nólsoy leygardagin

Ovastevna

Væl av fólki var møtt í Geilini í Nólsoy leygardagin, tá ið Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, setti ovastevnuna. Veðrið var gott, men tað órógvaði, at tyrlan eina løtu fleyg aftur og fram yvir bygdini. Tyrlan fleyg lágt, og gangurin var nógvur; tí mátti sangur og setan útsetast eitt bil. So skjótt friður var, ljómaði vakri sangurin hjá Nólsoyar Sangkóri, og síðan steig Kaj Leo uppá trappusteinin hjá Sofusi, haðani stevnan vanliga verður sett.

Ove fólkaogn

Kaj Leo segði, at myndin av ferðini hjá Ova yvir hav, er jarnmaðurin í træbátinum, sum útlúgvaður kemur á mál við Longulinju í Keypmannahavn.
- Tá ið eg varð biðin at halda hesa røðu, hugsaði eg: Hvussu kann eg loyva mær at kalla tann stóra mannin í lítla bátinum? Kundi eg, sum ikki kendi mannin, siga Ove Joensen, sáli ? skuldi hann kallast Ove Joensen ella bara Ove? Eg gjørdi upp við meg sjálvan, at eg fyrstu ferð í røðuni fór at kalla hann Ove Joensen, sáli ? og aftaná bert Ove, tí maðurin gjørdist fólkaogn tann minniliga dagin. Besta prógvið um hetta eru vit, sum eru møtt í Geilini í dag.
Tá ið Kaj Leo fekk at vita, at stevnan skuldi setast á trappusteininum hjá Margrethu og Sofusi á Geil, runnu barnaminnir fram fyri hann, tí omma hansara, Marin Kristina, koma av Geil í Nólsoy.
- Eg havi ofta spælt á hesum trappusteini sum smádrongur, tá ið mamma og eg vóru í Nólsoy og vitjaðu Margrethu og Svennnig við familju. Hetta gleddi eg meg altíð til, tí soleiðis sum eg minnist hesar túrar, var hesin blíðskapur eitt sindur meira líkatil enn tað eg kendi úr Havnini. Hetta var sami blíðskapur og sama kensla, sum eg hevði, tá ið eg vitjaði í Mykinesi.
Kaj Leo segði, at tað fyrsta, hann gjørdi sum smádrongur um morgnarnar í Havn, var at fara yvir til vindeygað og hyggja út á Nólsoynna ? líka sum fyri at tryggja, at alt var í lagi. Oyggin var fyri honum ein risaverja móti Havnini. Oyggin hevur altíð kenst so nær, men kortini so langt burtur ? fyri tey, sum ikki hava nomið land.
- Pápi plagdi eisini at siga, hvussu veðrið fór at vera við at hyggja eystur í hav.
Løgtingsmaðurin segði, at Nólsoyggin hevur fostrað raskar menn, sum hava stríðst og strevast á havinum fyri lívsins uppihald ? og heima við hús hava kvinnurnar tikið tøkini.

Skipsvanlukkur

Kaj Leo vísti á, at havið hevur tikið nógvar mans í sín favn.
- Tvær sluppir, Neptun og Nólsoyggin, fórust um summarið 1934. 43 mans sjólótust. Heilar bygdir sum Mykines, Vestmanna og Hósvík noyddust at góðtaka, at havið hevði tikið pápar og synir. Har var sorg so stór at tey, sum ikki hava verið ígjøgnum slíkt, ikki duga at ímynda sær støðuna. Eftir at hava fingið boðini um sorgarleikin við Neptun, helt ein mamma í Mykinesi fram at ganga niðan á Egg og hyggja vestur í hav fyri at vita, um sonurin ikki kom aftur kortini. Hon vildi ikki góðtaka, at hann var slólátin.
Og løgtingsmaðurin helt fram:
- Mær er sagt, at 5 nólsoyingar fórust undir krígnum. Tað, sum eg vil siga í dag, er, at vit skulu syrgja saman við teimum sum syrgja, men vit skulu so sanniliga eisini gleðast saman við teimum, sum eru glað. Lat okkum í dag gleðast um at vera komin saman, soleiðis at vit kunnu bera eldin víðari. Lat okkum kenna hitan av hondum sum sleptu. Lat okkum rógva víðari við fullari megi á lívsins havi.

Svimjihylurin

- Tað var soleiðis, at Ove á einari av sínum ferðum ? hann royndi jú tríggjar ferðir ? so at siga kom í havsneyð. Tá lovaði hann burtur olmussu. Hetta var, at hann skuldi útvega børnunum í Nólsoy ein svimjihyl. Hann endurtók lyftið, tá ið hann kom aftur til Nólsoyar eftir at hava róð til Danmarkar.
Kaj Leo segði, at Ove druknaði árið eftir, at hann hevði nátt sínum máli at rógva til Danmarkar.
- Í 1988 varð stig tikið til eina stuðulsnevnd at savna pening til svimjihylin. Í hesi fyrstu nevndini sótu Hilmar Joensen, Egon Hansen og Birgir Andreasen. Henda nevnd sat í nøkur ár, men í 1993 varð ein nýggj nevnd vald. Tað var henda nevndin, sum tók stig til ovastevnuna, sum fyrstu ferð varð hildin, vikuskiftið 5.-7. august 1994.
Hann minti á, at hetta tískil er 10. ferðin, at ovastevnan verður hildin. Stevnan verður hildin tað vikuskiftið, sum liggur nærmast, 11. august, ið var dagurin, tá ið Ove kom til Longulinju.
- Í 1980 varð svimjihøll tikin í nýtslu í Tórshavn. Kostnaðurin varð mettur at vera umleið 20 milj. krónur, men tá ið høllin var liðug, kostaði hon 48 milj. krónur. Hetta var ein av størstu íløgunum hjá Tórshavnar kommunu og djørv politisk raðfesting, sum mær kunnugt ikki var væl dámd millum borgarar tá. Men spyr í dag ? so siga øll, at hetta er ein av bestu íløgunum, kommunan nakrantíð hevur gjørt.

At spreingja mørk

Kaj Leo segði, at hann hevur lisið bókina um Ova. Áðrenn hann byrjaði at lesa, helt hann seg hava upplivað nógv í lívinum.
- Men so við og við gekk upp fyri mær, hvussu lítið eg havi upplivað. Nógv av tykkum, sum kendu Ova, vita, at hann upplivdi meira, enn flestu menniskju gera gjøgnum eitt heilt lív. Ein av mínum vinum segði ofta, at hann angraði einki av tí, hann hevði upplivað, men angraði bert tað, hann ikki hevði upplivað.
Løgtingsmaðurin segði, at tað er stuttligt og spennandi at uppliva nógv ? liva eftir dreymum ella ynskjum, tora eitt sindur meira, ferðast um tú hevur møguleikar til tess, spreingja nøkur mørk hjá tær sjálvum ella øðrum.
- Tú kanst fara á vatnskootara til Danmarkar, leypa út í fallskýggja, hoppa bongie-jumping, svimja til Nólsoyar, svimja og renna runt Føroyar, bróta gerandisdagin og fara á ovastevnu ? ella simpulthen gera tað, sum bara ein nólsoyingur kann gera: ? bara seta seg í ein bát og rógva til Danmarkar!
Og hann helt fram:
- Havi eg lív og heilsuna og nakrantíð komi á ellisheim, vóni eg, at onkur av teimum, eg komi at verða saman við, fer at fortelja mær frá øllum, tey hava upplivað - og kanska, bara kanska komi eg at vera saman við onkrum, sum kendi Ova væl og kann fortelja mær søguna um henda mannin.

Sálarligt trýst

- Tað vóru løtur um kvøldarnar, tá ið eg las í bókini um Ova, at eg gjørdist keddur og eitt sindur illur. Tað vóru fólk, sum lastaðu Ova fyri ikki at hava umboðað sítt land ordiliga, tá hann gjørdi fyrstu royndirnar. Eg kom at hugsa um ta einu ferðina, vit spældu ein minniligan fótbóltsdyst í Tromsø. Vit taptu 10-0. Hvørja ferð, eg noyddist í meskarnar eftir bóltinum, spældu norðmenn eitt eyðkennislag til gleði fyri teirra áskoðarar ? uttan ónda meining. Hetta var ein total eyðmýking av okkara fótbóltsliði og mítt allar størsta niðurlag sum fótbóltsspælari.
Kaj Leo segði, at tað, sum nívdi hann allarmest, var, at hann kendi tað, sum hevði hann gjørt Føroyum fyri skommum.
- Hetta er ringasta kenslan, eg havi upplivað. Tí kann eg lítið ætlað, hvussu stórt sálarligt trýst hevur verið á Ova eftir tvær royndir, har hann varð spottaður av sínum egnu landsmonnum. Hesum gjørdist eg sera keddur av. Tað er lætt at sita og skræða seg til ein hondbóltsdyst ella fótbóltsdyst, høgt uppi á áskoðaraplássunum, har tú sært alt betur enn teir, sum spæla á vøllinum ? heitt og fjálgt við eini subjektivari og í nógvum førum snævurskygdari meining um eina ella aðra hending við ongari ábyrgd.
Hann helt, tað er av stórum týdningi, at vit jarða ta sokallaðu jantelógina og góðtaka øll menniskju ? sum t.d. á ólavsøku, tá ið vit hava so sera lætt við at góðtaka hvønn annan.
- Hevur ein ella annar stigið við síðuna av ella gjørt okkurt við kenning, so siga vit jú, at tað mugu tey hava loyvi til, tí tað er jú ólavsøka! Lat okkum gera hetta alt árið? eg hugsi ikki um at ganga full alt árið, men at vit góðtaka onnur soleiðis, sum tey eru.
Kaj Leo vísti á, at hann hevði ta æru at vera á landsliðnum ? tó ikki á vølli ? tá ið landsliðið tann minniliga dagin, 14. oktober 1990 í Landskrona vann á Eysturríki.
- Hendan kenslan var einastandandi, og eg tori at siga, at kenslan og tann stoltleiki, Ove upplivdi, tá ið hann útlúgvaður, 11. august 1986, tók tey seinastu tøkini móti Lítlu Havfrúnnu, hevur verið einastandandi. Ja, vit eru noydd at rógva til Danmarkar, um vit skulu uppliva tað sama. Eftir at hava lisið seinastu síðu í bókini, hugsaði eg, hvussu væl eg unti hesum manni ta gleði at hálsfevna Lítlu Havfrúnna.
Hann segði, at Ove hevði styrkina og tað treiskni, sum skuldi til fyri at gera Nólsoyarbygd heimskenda.
- Tað er hetta bragd hansara sum ger, at allir nólsoyingar og allir ova-gestir kunnu samlast her í dag.

"Jeg tror på Gud"

Síðan bar Kaj Leo fram eina stuttliga søgu:
- Tað er mær fortalt, at ein dagin eftir minniliga túrin, tá ið Ove vitjaði ein av IDÉ-handlunum, setti ein dani honum spurningin, um hann trúði uppá Guð? Og Ove svaraði? "Ja, jeg tror på Gud, men jeg er nok ikke et af hans bedste børn?"
At enda rósti Kaj Leo nólsoyingum fyri kappróðurin í ár,
har Nólsoyingur endaði á øðrum plássi í FM-kappingini, men vann ólavsøkukappróðurin eins og kappróðurin á jónansøku og á vestanstevnu.