At missa arbeiði – men ikki vónina

Nú nógv fólk seinastu tíðina eru søgd úr starvi, tí tað sansar at fíggjarliga, er umráðandi ikki at missa vónina. Ein teirra, sum heldur, at slíkar tíðir saktans kunnu føra til okkurt positivt, er Regin W. Dalsgaard. – Tað, at fólk gerast leys á arbeiðsmarknaðinum, kann geva ein hóp av nýggjum møguleikum, sigur hann

Íverksetan

 

Regin W. Dalsgaard hevur fingist nógv við íverksetan, og hann hevur eisini hildið fyrilestrar um nýggjar møguleikar, ið kunnu spyrjast burtur úr, tá fólk gerast arbeiðsleys.

Hann sigur, at tað ofta er trupult hjá fólki, sum kundu hugsað sær at roynt okkurt nýtt, at fáa fígging til verkætlanir í eini kreppu.

- Men tað, at fólk vera søgd úr starvi, gevur ein hóp av nýggjum møguleikum. Tí er umráðandi, sjálvt um tú missir arbeiði, ikki at missa vónina, men heldur hyggja at nýggjum møguleikum, sum henda støða letur upp fyri.

 

Stór vitan

Regin vísir á, at nógv fólk, sum noyðast úr sínum starvi, liggja inni við einari rúgvu av vitan.

- Hetta kunnu eitt nú vera bankafólk, ið hava eina vitan, sum bankin hevur goldið fyri, meðan tey vóru í starvi. Hesi fólk kunnu bjóða hesa vitan fram, eitt nú sum óheftir ráðgevar hjá privatpersónum ella vinnulívi.

Regin sigur, at nógv húsarhald hava brúk fyri

ráðgeving í truplum tíðum um bestu lán og rentur, og hevur tú aðrar førleikar, kanska innan grafiskt arbeiði ella blaðarbeiði, kann tín førleiki eisini koma tær sjálvum og øðrum til góðar.

- Hesi fólk, sum fyrrverandi arbeiðsgevarin noyddist at loysa úr starvi, tí umstøðurnar broyttust, kunnu veita tænastur og geva sítt íkast ymsastaðni, áðrenn tey fara í annað starv aftur.

 

Tímalønt tænasta

Tá viðurskifti broytast, og stovnar og fyritøkur byrja at siga fólki upp, verður tað ofta til eina domino-effekt, har nógir arbeiðsgevarar gera tað sama – ella ikki seta onnur í starv.

Hvørjar møguleikar heldur Regin, at hesi fólk hava at fáa fótin fyri seg aftur?

- Tað eru fyritøkur, sum ræðast at seta fólk í fast starv í krepputíðum, men møguleikar eru, sum eg nevndi í at veita ymiskar tænastur og ráðgeving, kanska fyri tímaløn. Tú kanst bjóða teg fram sum privatpersónur ella sum firma. Tú hevur uppbygt tær ein førleika, sum tú kanst bjóða øðrum. Fyritøkan, sum tú kanst vera við til at menna ella geva títt íkast, nýtist ikki at gjalda tær fasta løn. Hetta gevur báðum pørtum stórar møguleikar, heldur hann.

Regin vísir á, at tað, sum hann sjálvur gjørdi, tá hann byrjaði við sínum virksemi, var at byggja sær eitt virki upp, har hann samstundis royndi at samla sær kapital, so hann kundi røkka longur.

- Leiðin er at vera positivur, realistiskur og kreativur. Tú kanst altíð bjóða teg fram, tí tú fært ikki meira enn eitt nei. Tak ikki eitt nei fyri eitt nei, men blív við at bjóða teg fram – og brenn ikki brýr.

Eru eisini møguleikar at bjóða seg fram mótvegis útheiminum?

- Tað, sum eg fáist mest við, gongur serliga fyri seg á alnótini. Hetta er ein framkomin sms-skipan, ein skipan um at fríttleggja myndir og 3D myndir. Jú, her eru nógvir møguleikar.

 

At halda seg til

Vit spurdu eisini Regin, hvørji atlit ein íverksetari skal hava, og hvørji viðurskifti tú sum íverksetari serliga eigur at hava í huga, tá farið verður í gongd?

- Í fyrsta lagi kanst tú spyrja fólk um ráðgeving – fólk, sum eru í bransjuni og sum eru sjálvstøðug. Fólk eru hjálpsom, og eg haldi eisini, at tú skalt duga at taka pening fyri tað, tú gert.

Hann sigur, at tá tú sum íverksetari kemur við hugskotum, fært tú ofta at vita, at onkur annar longu hevur uppfunnið tað, tú gongur og hugsar um.

- Men tær nýtist ikki at føla teg hóttan, um onkur ger okkurt, sum líkist tínum. Eg byrjaði við tænastuni at tosa ókeypis á alnótini í 1998, og fyri nøkrum árum síðan varð Skype selt fyri 25 miljardir krónur. So, tú skalt bara halda teg framat.

 

Praktisk viðurskifti

Um onnur meira praktisk viðurskifti, sigur Regin, at neyðugt er at halda skil á pappírum, bókhaldi og at halda skil á inntøkum og útreiðslum.

- Mong dømi eru um, at fólk, sum eru søgd úr starvi, tí arbeiðsgevarin ikki hevði ráð at rinda teimum løn meira, eru komin langt.

Sum eitt dømi um áhugaverda íverksetan, er Miðlahúsið í Vágsbotni.

- Her hava vit eitt blað, sum í sínari tíð var knýtt at einum politiskum flokki, og sum nú eisini eigur eina vælvirkandi útvarpsstøð undir sama taki, sigur Regin W. Dalsgaard.