Hugsa tær, undir tróðrinum í hesum sjaldsama húsi hevur Grundtvig gamli sjálvur prædika. Kirkjan varð bygd í árunum 1754 til 1759 og Grundtvig prædikaði her frá 1832 ? 1839. Händel livdi frá 1685 til 1759. Messia smíðaði hann í 1741 í 24 dagar. Umstøðurnar undir hesum bitum í hesi kirkju skuldu verið góðar at sungið hetta verk í. Kirkjan er bygd sum ein teaturkirkja. Upp við veggirnar eru klivar, sum fólk (hópar, familja) kunnu sita í og vera fyri seg sjálvan, og ikki at gloyma tey kongaligu, tey høvdu(hava) sín kova at sita í. Kirkjurúmið er fýrkantað, og síggjast fólk sita allastaðni ? hanga sum krókur og likkja við hjalsrimar upp eftir veggunum.
Tritonuskórið er kórið hjá John Høybye. Hetta er sera gott kór, sum hevur gott orð á sær. Hevur verið víða ? vitjað í Kina, Amerika og fleiri ferðir í Føroyum, vunnið sangkappingar á altjóða støði og havt óteljandi konsertir t.d. í Keypmannahavn. Tú hevur sitið við Gamaleias føtur og sungið hetta fjálga stykki undir hansara hond og vóru vit trý úr Fuglafirði, sum sungu við í hesum kóri leygardagin 9. og sunnudagin 10. Des.
Hoyrdi ein dagin, at tað vóru 21 framførslur av Messia í Keypmannahavn til jóla, so spurningur er hja fólki, hvat kór tey skulu fara at lurta eftir. Í Kristjanskirkjuni varð, sum sagt, Messia settur á breddan tvær reisur. Útselt varð til báðar konsertirnar. Opnar tú lurtitólið ella sjónvarpið móti jólum hoyrist eisini Messias runga frá hesum miðlum víða um.
Fyrstu ferð eg hoyrdi Messia, var eitt kavakvøld upp undir jól 1956 á Bakkanum í Fuglafirði frá BBC. Tá stóð Luftbrúgvin uppi hjá Gamla Sámal Peturi, og her undir plagdu gørn og trossar hanga frá sildatíðini. Ùt ímillum hesi tjøld kom ljóðið av hesum oratorium. ?Troysta fólk mítt, troysta tað,? sigur Gud tykkara. Trossar og gørn vóru frostbitin, og niðast við lá kavin og goymdi seg inn ímillum henda vevna av barkaðum gørnum og sildatrossum. Ariur og kór komu út ímillum stívfrosnar grastrossar, og gørnini livdu í vetrarvindinum ?.. Fyrsta kórið var so rungandi? And the Glory of the Lord shall be revealed?. Men nú vart tú úti í Kristjanskirkjuni á Kristjanshavn, og ikki á Kolbrúnni, men ikki fekst tú slept hesum enda. Øll tann mannamúgva, sum plagdi at vera á Kolbrúnni, tá ið skipini komu undan Íslandi ella Grønlandi, ella tá ið Havhestur, Tjaldrið, Kataritiza og Barjama løgdu til?.. mannamúgvan sang so tað gnelti í: For unto us a Child is born .. Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin ? John Høybye stóð á brúgvarendanum saman við Gekkinum ( Joen Jakku hjá Mikkjals Jáku) og stýrdi øllum. Tú skuldi hava skil á mongum endum og trossum, sum fuku um oyruni á fólki? unto us a Son is given. Kolbrúgvin stunaði undir allari mannamúgvuni. Sterk var hon eins og Tempul Jerusalems?. And his name shall be called: Wonderfull, Counsellor, The Mighty God, the everlasting father, the Prince of Peace!?? Gørnini, trossarnir, Luftbrúgvin, mannamúgvan tirptist í Bethlehems gøtum. Fólk lógu í gluggum, sótu uppi á tekjunum og hoyrdu sangin og undraðust?.. For unto us a Child is born, ?. Men, men tú vart í Christjanskirkjuni á Kristjanshavn? men andin, hann var á Bakkanum í Fuglafirði.
Óvitarnir sótu uppi á Luftbrúnni, hugdu og lýddu á?. Út úr Stórhúsum ? út eftir Luftbrúnni kom ein eingil: Óttist ikki, sí eg kunngeri tykkum eini gleðiboð. Hann skein sum bjartasta sól á hásumri.. Hetta var eitt resitativ. Mannamúgvan vendi sær á. Hugdu upp á Luftbrúnna, sóu eingilin og ljósið, sum skygdi í trossum og gørnum. Kórið sang: Glory to God? Æraður verið Gud í tí hægsta?Tú sat í vindeygakarminum Norðuri í Búi á Bakkanum í Fuglafirði eitt seint vetrarkvøld upp undir jól við kavafólvi um tindar, skorðar, garðalið, bø og ong? lýddi á Messias frá BBC og hugdi oman á Kolbrúnna.
Kórið sang : Lift up your heads, O ye gates; Hevjið tykkara høvur, borglið! Reisist tit avgomlu portur, at dýrdarinnar kongur kann koma!?. Who is the King of Glory??.. Var tað Gekkurin ella John Høybye? Tað kundi tað verið , tí báðir hava gjørt eitt gott arbeiði. Gekkurin var ein skilamaður, og tað er John Høybye eisini? nei, The Lord of Hosts, He is the king of glory. Harri herskaranna. Hann er tað, ið er dýrdar kongur! Hetta sást tú niðri á Kolbrúnni og hoyrdi tónleikin frá BBC upp undir jól 1956. Jólaskipið Tjaldrið var komið og hevði jólatrø á mastratoppunum. Hetta var sera forkunnugt, meðan tú lurtaði eftir Messias at síggja hetta. Og hetta var fyrstu ferð á ævi tíni, at tú sást hesa sjón.
Ilt er at siga, hvat er vakrast í Messia. Eg dugi ikki at taka dagar ímillum partarnar, tá ið um tónleikin ræður, men ? knappliga skar mannamúgvan á Brúnni í at syngja: The Lord gave the word?. Harrin læt sítt orð ljóða, stórur var profetanna skarði. Tað var rytmiskt fast. Brúgvin livdi. Øll sum vóru á brúnni kendu skriftina. Summum dámdu betur Gamla testamentið og vóru ikki komin út í Nýggja testamentið, men so vóru tað tey, sum líkaðu betur Nýggju pakt, ja og so vóru tað tey, sum vóru eins stinn í báðum pørtum. Tey sungu um tað sama og hugsaðu bara um gleðina .. dandagadandaga danda?.
Mong av teimum, sum stóðu á Brúnni hetta kvøldið, liggja nú undir grønu torvu?. Men hetta kvøldið 10. des ár 2000 vart tú í Kristjankirkjuni úti á Kristjanshavn. Her sótu danir, sviar og amerikumenn. Sigast má, at summi vóru komin langa leið at síggja barnið í krubbuni. Soleiðis eigur tað at vera, og vit trý úr Fuglafirði royndu okkara besta.
John Høybye ættleiddi kór og orkestur við sínum taktstokki út í hetta rúmliga verk av himmalskum anda. Taktstokkin hevur Arnfinnur Olsen, listasmiður tilevnað úr hvalabeini. Hetta var gáva frá Fuglafjarðar sang- og gentukórið seinast hann var í Fuglafirði. Kanska er beinið av hvali, sum er skorin upp á Stórubrúgv í sínari tíð? og glitraði taktstokkurin, tá ið hann stóð á Luftbrúnni og orkestrið legði fyri við Halleluja og skóru øll út í at syngja: Halleluja!
Halleluja! Harrin Guð vár tann
almáttugi hevur tikið valdið.
Veraldarharradømi er nú Harrans og salvaðu hansara, og hann skal verða kongur um aldur og allar ævir,
kongur konganna, harri harrana. Halleluja!
Togendar, trossar og gørn skulvu undir hesum fragdarlagi. Undir Brúnni lá ein æðublikur og blundaði og frøddist yvir hetta ljóðið. Mannamúgvan reistist úr sati í Kristjanskirkjuni á Kristjans- havn og klappaðu. John Høybye stóð á Luftbrúnni bukkaði og helt varisliga um taktstokkin, tí tað er bara ein av hesum slag i heiminum,.?. og um hundrað ár fer hann at hava fleiri túsund krónur í virði. Men her í andans húsi, har sum Grundtvig hevur gingið, hevur hann eitt mál, at leiða kór og orkestur inn á røtt spor og greiða teimum ferðina, taktina, og fraseringina í tónamálinum, sum er í orðunum og tónleikinum.
Sinnisliga, stillisliga, livandi syngur sopranin: I know that my Redeemer liveth?. Men eg veit, at loysnari mín livir? Eg var blivin so troyttur at stara oman á Stórubrúgv, setti meg undir lurtitólið og lýddi á? Eg veit, at mín loysnari livir, og hann á ytsta degi skal trína fram á jørðini??. Linkaði og sovnaði fram á borðið í køkinum. Flykrunar duttu av himni? gjøgnum kavaflykrurnar sást tú fólkið á Stórubrúgv syngja: But thanks be to God?.. Men takk fái Gud, sum givið hevur okkum sigurin við Harra Jesusi Kristus várum. John Høybye lyfti taktstokkinum, og so sungu vit Amen. Gekkurin stóð við hansara lið og turkaði síni tár av kinnklovunum, ein gamal sjómaður, sum mangan brattan hevði farið sá?. sá inn í dýrdina við fasta taktslagnum frá John Høybye?.. men tú vart á Kristjanshavn í hesi sjaldsomu kirkju, men samtíðis vart tú í køkinum í barnadómsheiminum á Bakkanum, sá oman á Stórubrúgv og hoyrdi Messias frá BBC. Tað síðsta tú hómaði var, at Gekkurin bjóðaði John Høybye til gott kaffi?. teir fóru heim eftir vegnum og hvurvu ímillum flykrur og í mannamúgvuni..