Atkvøða um stjórnarskipan skal viðgerast

Tingfundur er klokkan 10 og tá fer tingið at atkvøða um tað skal viðgera uppskotið hjá løgmanni um stjórnarskipan

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur lagt eitt uppskot fyri tingið um Stjórnarskipan fyri Føroyar.

 

Uppskotið er tó so sett upp, at umsitingin í Løgtinginum mælir tinginum til at vísa uppskotinum frá sær, kanska serligsa tí ongar viðmerkingar eru til einstøku lógargreinarnar í uppskotinum.

 

Formansskapurin hevur viðgjørt eitt upprit frá umsitigini á undi fleiri ferðir, men tók í veruleikanum onga avgerð. Tað vil siga, at uppskotið hjá løgmanni er í tinginum saman við uppritinum frá umsitingini.

 

Tingið fer tí fyrst í morgun at atkvøða um tingið yvirhøvur skal viðgera uppskotið um stjórnarskipan. Næsta mál á dagsskrá er 1.viðgerð av uppskotinum, men tað hendir ikki, vísir Løgtingið við atkvbøðåughreiðslu uppskotinum frá sær, soleiðis sum umsitingin mælir til.