Atlantic og Flogbóltsambandið leingja samstarvið

Atlantic Airways og Flogbóltsamband Føroya hava í dag undirskrivað sáttmála, har sponsoravtalan verður longd

Mynd: Árni Olsen og Peter Holm

Atlantic Airways og Flogbóltsamband Føroya hava í dag undirskrivað sáttmála, har sponsoravtalan verður longd. Atlantic Airways hevur í nøkur ár stuðlað landsliðsarbeiðinum hjá Flogbóltsambandinum og hetta heldur nú áfram. Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari á Atlantic Airways og Peter Holm, formaður í FBF, undirskrivaðu í dag eina avtalu, um at samstarvið heldur fram.

 

Flogbóltsamband Føroya hevur lagt ambitiøsar ætlanir fyri landsliðini. A-landsliðini og ungdómslandsliðini frá 2022 at luttaka í teimum stóru CEV EuroVolley kvalifikatiónskappinunum umframt norðuratlantisku NEVZA kappinginum.

 

CEV kappingarnar eru eitt munandi stig uppeftir fyri flogbóltin í Føroyum, og tí eru vit í FBF sera glað um hetta samstarvið, tí tað er ein fortreyt fyri, at ambitiøsu ætlanirnar fara at bera á mál, sigur Peter Holm, formaður í FBF.

 

Mynd: Árni Olsen og Peter Holm