Atlantic Supply Base riggar seg til sjeyndu boringina

Hóast tað helst fer at ganga umleið eitt hálvt ár, til klárt er at bora sjeynda brunnin á landgrunninum, so eru fyrireikingarnar byrjaðar av álvara í Føroya einastu oljuútgerðarhavn, Atlantic Supply Base í Runavík. Útgerðarhavnin liggur mest sum í dvala millum brunnarnar, sum verða boraðir á landgrunninum, og oftani eru ár ímillum teir. -Tað er kortini umráðandi, at lív er í útgerðarhavnini, meðan bíðað verður eftir boringunum sigur Eli Lassen, stjóri, sum er einsamallur á støðini. Men skjótt kemur veruligt lív í aftur, og tá verður arbeiði til eini fimtan fólk sigur Eli Lasssen, sum í løtuni mest tekur sær av pappírsarbeiði, nú alt skal tilrættaleggjast frá minstu detalju. Teir hava longu fingið rørini, sum skulu brúkast til at bora Anne Marie brunnin. Annað tilfar er eisini fingið til vega men nógv skal sampakka og verða klárt, áðrenn hol verður sett á úti á landgrunninum.

Eli Lassen dámar væl arbeiðið, sum hann gongur uppí við lív og sál. Nú tað so smátt nærkast til sjeyndu boringina livir Eli mitt í verðini, og hann telist millum teirra, sum fegin síggja, at eitt rakstrarverdugt fund verður gjørt. Tí bert tá eru útlit til, at meira virksemi fer at vera í útgerðarhavnini í Runavík. Ein útbygging av einum føroyskum oljufelti ber nevniliga í sær nógvar avmarkingar- og metingarbrunnar, og tá er veruliga brúk fyri havnini í Runavík.

Boripallurin West Phoenix, sum skal bora sjeynda brunnin á føroyska landgrunninum, er fyri kortum farin undir at bora djúpvatnsbrunn í norskum øki. Hesin brunnur er mettur at taka einar seks mánaðir og so eru Føroyar á skránni. Tvs. at vit kunnu vænta, at pallurin verður á føroyskum øki í juli ella august. Hinvegin - gongur væl at bora í Noregi - so kann talan eisini verða um fyrr enn tað.

Í næstum koma fólk frá fyristøðufelagnum ENI til Føroya at taka sær av ymsum fyrireikingum til komandi brunnin. Hetta er aðru ferð, at italska oljufelagið stendur á odda fyri eini oljuboring við Føroyar. Nógv er sjálvandi at síggja til undan eini slíkari boring, eitt nú skulu øll loyvi fáast uppá pláss, avtalur skulu gerast við føroyskar fyritøkur, um tær eru kappingarførar um eitt nú tænastur sum proviantering, burturkast og aðrar veitingar.