Koma vit so til tað virkna fólkið, so hava hesi sanniliga eisini fyri neyðuni at hava tryggar karmar at virka innan fyri. Her koma vit so til aðrar strukturar, sum til dømis el kervið, FT-net, vegir og síðst men ikki minst sjálva flutningskipanina.
Soleiðis sum vit liggja fyri landafrøðiliga, og soleiðis sum vinnustruktururin er blivin, har hundraðtals fólk hava síni arbeiðspláss uttanlands og eru búsett í Føroyum, so er tað av avgerandi týdningi, at vit hava føroyskan ræðisrætt á flogferðsluni við umheimin.
At Fólkaflokkurin vil privatisera er einki nýtt. Ofta hevur tað sæð út sum at ein av hansara høvuðsupgávum at lata virðir úr landskassanum til nøkur fá fólk at umsita - ikki altíð vanliga fólkinum at gagni.
Nú ljóðar, at løgtingið fær tvey upskot um Atlantsflog. Annað sigst vera at selja restina av felagnum. Dugi ikki at hugsa mær, at hettar hevur nakran møguleika – serliga aftan á at føroyingar upplivdu øskuvikuna, tí hvussu hevði gingið, um ræðisrætturin var á útlendskum hondum?
Hitt upskotið sigst verða at keypa partabrøvini í felagnum aftur fyri sama prís, sum tey blivu seld fyri. Tað má sigast at vera ein merkiligur tanki, at kurssikra partabrøv við afturvirkandi kraft.
Í mínum oyrum virkar hettar púra korrupt. Nei, íleggjarnir hava gjørt sínar íløgur á ov veikum grundarlagi og mugu tolnir bíða eftir vinningsbýti, tá tað einaferð kemur, á sama hátt sum allir aðrir íleggjarir.
Nei, latið nú Atlantsflog hava frið. Tey sum hava virkað í og fyri felagnum, síðan tað bleiv stovnað, hava klárað tað fyrimyndarliga væl, okkum øllum at stórum gagni.
Tað eru vit nógv sum eru ógvuliga taksom fyri.