Atlantsflog fingið alla oljuflúgvingina

BP kunnger í dag vegna BP, Statoil og Amerada Hess, at sáttmálin um at veita tænastur, við flogførum og tyrlum, í sambandi við leitingarvirksemið á føroyska landgrunninum er tillutaður Atlantic Airways og Bristow.

 

Atlantic Airways økir um túratalið millum Føroyar og Aberdeen, soleiðis at flogið verður upp til fýra ferðir um vikuna. Bristow fer í samstarvi við Atlantic Airways at veita tyrluflúgving millum Føroyar og leitingarøkið og fer at hava eina bjargingartyrlu í tilbúgving í Føroyum. Sáttmálaskeiðið byrjar miðjan juni, tá leitiboringarnar byrja.


Hesin týdningarmikli sáttmáli fer at tryggja betri flogsamband millum Føroyar og Aberdeen og til boripallarnar, sum fara at arbeiða á føroyska økinum. Fyristøðufeløgini á føroyska landgrunninum vænta eitt gott samstarv um komandi royndarboringarnar á føroysku loyvisøkjunum til frama fyri báðar partar stendur í tíðindaskrivi frá BP.


Sostatt er bæði útgerðarvirksemi og flogflutningurin nú komin uppá pláss í sambandi við fyrstu oljuleitingina við Føroyar í summar.