Atlantsflog fingið góð tíðindi í dag

Flogfarið, sum var fyri óhappi í gjárkvøldið, er longu á vengrunum aftur í kvøld

 

Tað er nú greitt, at flogfarið hjá Atlantsflogi, sum var fyri óhappi á flogvøllinum í Billund í gjárkvøldið, hevur ikki fingið skaða.

 

Tað seinkaði flogferðsluna í gjárkvøldið, men øll ferðafólkini sluppu kortini heim við øðrum flogfari mitt í nátt.

 

Flogfarið er kannað og úrslitið er, at tað sleppur aftur á flog longu í kvøld, sigur Atlantsflog nú seinnapartin.

 

Tað var ímeðan flogfarið varð avgreitt á flogvøllinum í Billund, at ein trukkur bar við tað og tað fekk eina skøvu.

 

- Flogfarið er kannað sambært trygdarfyrskipanunum og góðkent til flúgving, sigur Marius Davidsen, fíggjarstjóri í dag.

 

Les eisini: Óhapp førdi til seinkingar hjá Atlantsflogi í kvøld

 

- Skøvan verður umvæld, tá ið flogafarið fer til vanligt eftirlit.

Óhappið í Billund hevur ikki ávirkað flogferðsluna í dag, men vandi var sjálvsagt fyri, at skaðin var størri og tað hevði ávirkað flúgvingina hjá flogfelagnum.