Atli F. Johansen verður tær næstu tvær vikurnar virkandi borgarstjóri í Nes kommunu.
Borgarstjórin, Súni í Hjøllum, verður næstu tvær vikurnar uttanlands í summarfrí.
Tað verður, meðan Súni er burtur - frá í dag, 24. juni at rokna og tvær vikur fram, at Atli verður virkandi borgarstjóri.
Atli F. Johansen, sum varð valdur á ting fyri Sambandsflokkinum á løgtingsvalinum hin 26. mars, er annars varaborgarstjóri í Nes kommunu.










