Lýsingarátak um sjóvarfalsorku í Føroyum vunnið altjóða virðisløn

Cannes Lions International Festival of Creativity er ein fimm daga langur festivalur, eisini kendur sum ‘olympisku leikirnir’ fyri kreativitet

Kappast verður millum annað um bestu lýsingarátøk, filmar innan fleiri ymisk fakøki. 

 

Sev skrivar, at lýsingarátakið The Faroe Islands Space Program er um verkætlanina við sjóvarfalsorku í Vestmanna, sum svenska fyritøkan SKF, Minesto og Sev samstarvaðu um, og sum lýsingarfyritøkan NORD í Stockholm stóð fyri, er tilnevnt í tveimum ymiskum kategorium, og mánakvøldið varð greitt, at átakið hevur vunnið kreativu B2B leyvuna. 

 

Ársins Cannes Lions festivalur verður hildin í suður Fraklandi í døgunum 22. - 26. juni, og átakið The Faroe Islands Space Program hevur sum áður nevnt møguleika at vinna í aðrari kategori eisini. Livst so spyrst.