Tað upplýsa ukrainskir myndugleikar, eftir at forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í gjárkvøldið ávaraði um, at eitt stórt russiskt álop var á veg.
Harðast rakta økið var ein bygd nærindis Kryv, Rih í miðpartinum av Ukraina, har eitt ballistiskt missil rakti eini sethús. Sambært lokalum myndugleikum doyðu seks fólk í álopinum – fýra vaksin og tvær gentur, fimm og tólv ár gamlar. Átta onnur vórðu særd, og óttast verður, at talið av deyðum kann hækka.
Í Poltava-landslutinum eystanfyri doyði ein persónur, tá ein drona rakti ein goymslubygning. Samstundis vórðu í minsta lagi 15 fólk særd í einum álopi á vesturukrainska býin Lviv.
Eisini í høvuðsstaðnum Kyiv hevur eitt álop kravt mannalív. Her er ein persónur deyður og tveir særdir. Borgarstjórin, Vitalij Klytjko, segði, at Russland leyp á býin við ballistiskum vápnum, og hann heitti á íbúgvar um at halda seg í bumbuskýlum, tí vandin fyri fleiri álopum framvegis var til staðar.
Í fleiri býarpørtum í Kyiv kyknaði eldur eftir álopini. Sambært einum AFP-frásøgumanni hoyrdust bæði loftávaringarsírenur og fleiri spreingingar í býnum.
Zelenskyj skrivaði mikukvøldið á X, at Russland hevði fyrireikað eitt stórt álop í fleiri dagar og heitti á øll í Ukraina um at fylgja loftávaringunum og ansa eftir sær sjálvum.
Sambært ST var farni mánaður tann tyngsti hjá sivlum í Ukraina síðani apríl 2022. Russland hevur seinastu vikurnar hert síni langtrøkkandi álop kring alt landið.











