Átta fólk dripin í ísraelskum loftálopum í Gaza

Í minsta lagi átta fólk lótu lív í ísraelskum loftálopum á Gaza bý tíðliga hósmorgunin. Tað sigur talsmaður fyri tilbúgvingarmyndugleikarnar í Gazageiranum við tíðindastovuna AFP.

Palestinar flyta leivdirnar av einum oyðiløgdum akfari eftir eitt ísraelskt álop í Deir al-Balah í miðpartinum av Gazageiranum týsdagin. Mynd: Mahmoud Issa/Reuters.

Sambært Mahmoud Bassal vórðu sjey fólk dripin í álopum á bústaðir, meðan eitt fólk doyði í flóttafólkaleguni Al-Shati vestan fyri býin.

 

Sama talsmaður upplýsir, at Al-Shifa-sjúkrahúsið í Gaza bý hevur skrásett 15 særd í álopunum. Higartil er ikki greitt, um nøkur av teimum eru í lívsvanda.

 

Álopini henda hóast vápnahvíld varð gjørd millum Ísrael og Hamas í oktober í fjør. Sambært AFP hava kortini verið dagligir harðskapshendingar og álop í Gazageiranum síðani tá.

 

Heilsumálaráðið í Gaza sigur, at minst 936 fólk eru deyð í ísraelskum álopum síðani vápnahvíldin kom í gildi. ST metir hesi tølini vera álítandi.

 

Bæði Hamas og Ísrael hava fleiri ferðir skuldsett hvønn annan fyri at bróta vápnahvíldaravtaluna.

 

Í síðstu viku boðaði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, frá, at ísraelski herurin hevði fingið boð um at taka ræði á meira enn 70 prosentum av Gazageiranum.

 

Kelda: Ritzau/AFP.

 

 

 

Palestinar flyta leivdirnar av einum oyðiløgdum akfari eftir eitt ísraelskt álop í Deir al-Balah í miðpartinum av Gazageiranum týsdagin. Mynd: Mahmoud Issa/Reuters.