Í góðveðrinum í gjár hevði umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu hugnaliga vitjan av sera fittum og skilagóðum børnum úr dagstovninum, Mýrifípuni í Trongisvági.
- Børnini vóru farin út í miðbýin at vitja ymisk virki og stovnar, nú tey nærkast einum nýggjum og spennandi kapitli í lívinum. Eftir summarfrítíðina fara tey nevniliga at byrja í forskúlanum, Glugganum.
Sum liður í fyrireikingunum vóru tey á vitjan hjá fleiri arbeiðsplássum – og har ímillum hjá borgarstjóranum, Kristini Michelsen, og umsitingini hjá Tvøroyrar kommunu.
Á kommunuskrivstovuni fingu børnini høvi at síggja býráðssalin og hoyra eitt sindur um arbeiðið hjá kommununi.
- Vitjanin var merkt av góðum lagi, forvitni og nógvum brosum. Í býráðssalinum hugnaðu børnini sær eisini við sangi, og áðrenn leiðin gekk víðari, fingu tey sunkist og okkurt søtt afturvið.
Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu verður sagt, at tað var ein sonn gleði at fáa vitjan av fryntligu og lívsglaðu børnunum, sum við sínum góða lagi skapaðu lív og gleði á kommunuskrivstovuni.
- Vit ynskja børnunum eina góða summarfrítíð og alt tað besta, tá tey eftir summarfrítíðina taka fyrstu fetini inn í forskúlan í Glugganum, er heilsanin hjá Tvøroyrar kommunu til børnini í Mýrifípuni.











