Átta nýggir útlendskir spælarar til AB – finna ikki føroyskar spælarar

Argja Bóltfelag hevur í dag boðað frá, at felagið hevur fingið tilgongd av átta nýggjum spælarum í summar

Argja Bóltfelag hevur í dag boðað frá, at felagið hevur fingið tilgongd av átta nýggjum spælarum í summar, meðan sjey av útlendingunum eru farnir úr felagnum, umframt at Jobin Drangastein og Mikkjal Hentze gevast á besta liðnum.

 

AB boðaði frá fyrr í vikuni, at tað verða nógvar broytingar í hópinum, nú flytingarvindeygað lat aftur í gjár klokkan 16. Nú skal satsast upp á spælarar úr grannalondunum. Fyriuttan nýggjan málverja úr USA, so er talan um fýra spælarar úr Danmark, ein úr Slovenia, ein úr Finnlandi og ein úr Norra.

 

Tað verður lagt afturat í skrivinum, at felagið hevur leitað eftir spælarum í Føroyum, men har hevur einki verið at funnið til røttu plássini.

 

AB skrivar:

 

Í mun til hópin fyri summarsteðgin eru 9 leikarar farnir úr. Sjey av útlendingunum hava søkt aðrar leiðir, meðan okkara egnu Jobin Drangastein og Mikkjal Hentze gevast á besta liðnum. Felagið vil takka Jobini og Mikkjali fyri, at teir tóku enn eitt tak fyri felagið í fyrru hálvu í ár.

 

AB hevur eisini leitað á føroyska marknaðinum, men tað eydnaðist ikki at finna spælarar til røttu plássini. Hópurin telur nú 20 til 22 mans, og hetta er tað, sum krevst, fyri at hava ein kappingarføran hóp í Betri deildini.

 

Vit meta okkum hava tryggjað okkum ein góðan hóp, sum er førur fyri at megna setningin um at varðveita sætið í Betrideildini í ár. Fyrsti dystur hjá AB eftir summarsteðgin verður 27. juli ímóti EB/Streymi á Argjum, ið eisini er bæði ólavsøkudystur og fyrsti dystur á nýggja graslíkinum inni í Vika.

 

Teir nýggju spælararnir, sum eru átta í tali, eru hesir:

 

Antonio Joseph Chavez Borelli, 23 ára gamal úr USA, málmaður

 

Nicklas Mehl, 19 ára gamal úr Danmark, miðverji

 

Ramzi Toure Idrissou, 25 ára gamal úr Norra, miðverji

 

Jonas Sapienza, 23 ára gamal úr Finnlandi, vinstri bakkur

 

Emil Seedorff Sørensen, 19 ára gamal úr Danmark, miðvallari

 

Danis Zvirkic, 20 ára gamal úr Danmark, vongur

 

Yevhenil Kholmetskyi, 18 ára gamal úr Slovenia, álopssinnaður miðvallari

 

Thomas Junge, 19 ára gamal úr Danmark, áleypari