Átta verkætlanir fingið stuðul til gransking

Átta verkætlanir hava fingið tilsamans 9,3 mió. kr. í stuðli til gransking frá Granskingarráðnum.

gransking.fo:

 

Aftur í ár vóru sera nógvar umsóknir um stuðul til gransking. 46 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar.

 

Søkt varð um tilsamans 52,7 mió. kr.  

 

Av teimum 8 verkætlanunum, ið faknevndin fyri stuðli til gransking hevur játtað stuðul til, eru 4 ph.d.-verkætlanir. 63% av verkætlanarleiðarunum eru kvinnur og 38% menn.

 

Avgerðirnar hjá faknevndini eru grundaðar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.

 

Løgtingið hevur játtað 9 mill. kr. til stuðul til gransking í ár. Tað er tað sama sum í fjør. Avlop frá lidnum og steðgaðum verkætlanum varð játtað afturat, tí var samlaða játtanin 9,3 mió. kr. 

 

Stuðul er latin til hesar verkætlanir:

 

Rannvá Næs Hoydal: "Kroppurin í fornnorrønari gudafrøði. Ein tvørfaklig tilgongd til kropsmyndamál í fornnorrønari gudafrøði."

Ph.d.-verkætlan á Háskúla Íslands – 1.200.000 kr.

 

Anna Eikhólm: ”Føroyski leisturin: Menning av sernámsfrøðiligari vitan í alenna skúlanum.”

Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – 1.700.000 kr.

 

Thomas Ulrich: ”Broytandi viðurskifti í havevnafrøði út frá havbotnsmineralum.”

Verkætlan á Clausthal University of Technology í Týsklandi – 1.100.000 kr.

 

Ása Jacobsen: ”Uppvakstrarøki hjá fiski á føroysku firðunum og tilgongd í vinnuliga troyttar fiskastovnar á landgrunninum.”

Verkætlan á Havstovuni – 1.058.965 kr.

 

Knud Simonsen: “Háupployst vindatlas fyri Føroyar.”

Verkætlan á Veðurstovuni – 486.790 kr.

 

Eivy Kristiansen: ” Hugburður og upplivingar hjá sjúkrarøktarfrøðingum í mun til trúnað og privatlív í einum lítlum sub-arktiskum samfelagi: Ein blandað háttalagskanning.”

Ph.d. verkætlan á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum – 1.700.000 kr.

 

Pætur M. Holm: ”Betran av artrosu-viðgerð í Føroyum.”

Verkætlan á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum – 1.100.000 kr.

 

Elsa Krosstein: ”Greining av upprunanum hjá føroyingum, grundað á genomiskar dátur”

Ph.d. verkætlan á Københavns Universitet í samstarvi við Heilsustýrið og Fróðskaparsetrið – 1.000.000 kr.