Tað sigur hann í svari upp á ein grein 52a fyrispurning frá Fróða Magnussen, løgtingsmanni, sum spurdi landsstýrismannin um støðuna við MobilePay.
Spurningurin var soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjar forðingar eru fyri at brúka MobilePay í Føroyum, og hvussu tað líður at beina hesar av vegnum?
– Eingin beinleiðis løgfrøðilig forðing er fyri at brúka MobilePay-skipanina í Føroyum. Tó hevur tað víst seg, at tað er ein óbeinleiðis løgfrøðilig forðing fyri, at MobilePay loysnin kann virka í Føroyum, sigur Jacob Vestergaard.
Hann vísir á, at felagið, sum eigur MobilePay, Vipps MobilePay, er skrásett í Noregi, sum er eitt EFTA-land, og felagið kann tí á jøvnum føti við onnur, sum veita elektroniskar gjaldsloysnir, hava sítt virksemi í Danmark gjøgnum eina deild, sbrt. § 1, stk. 2, í lov om betalinger, sum er galdandi í Danmark.
– Henda áseting er ikki tikin við í gjaldslógina, sum er sett í gildi fyri Føroyar, tí Føroyar eru hvørki ES- ella EFTA-land. Tí mugu veitarar, sum hava sítt virksemi í Danmark ígjøgnum eina deild, søkja danska Fíggjareftirlitið um loyvi til at veita hesar tænasturnar í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at ábendingar eru um, at tað sjálvstøðuga loyvið, sum krevst til at kunna veita hesar gjaldsloysnir í Føroyum, kann hava við sær eyka umsitingarligar og tøkniligar útreiðslur fyri veitararnar, og ivasamt er, um hesir eru sinnaðir at bera hesar útreiðslurnar fyri at koma inn á tann føroyska marknaðin.
– Vinnumálaráðið er saman við Fíggjareftirlitinum farið undir at kanna, hvussu hesin trupulleikin kann loysast, so veitarar av gjaldsloysnum fáa atgongd til tann føroyska marknaðin eftir treytum, sum teir eru sinnaðir at virka undir, sigur Jacob Vestergaard.
– Helst er neyðugt at broyta føroysku gjaldslógina fyri at loysa málið, og kannað verður, hvussu hetta skal gerast, so fyrimunirnir við at broyta lógina ikki hava avleiðingar fyri tey vinnurekandi, sum frammanundan virka á hesum øki. Miðað verður eftir, at málið verður loyst í komandi tingári, sigur landsstýrismaðurin.











