Audi A3 og Honda Accord

Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: Audi A3 og Honda Accord Type-S, annar ein sportback við fimm hurðum og hin ein sedan í sportútgávu

Bilarnir, sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 30. apríl, vóru Audi A3 Sportback við 2,0 litra (4 syl.) TDI dieselmotori og 140 hk, og Honda Accord Type-S við 2,4 litra (4 syl.) bensinmotori við 190 hk.


Honda Accord Type-S


Fyrri bilurin var Honda Accord Type-S við 2,4 litra bensinmotori við 190 hk. Talan er um eina sportliga útgávu av Honda Accord. Bilurin er kvikur, koyrir frá 0-100 km/t upp á 7,9 sek. og botntrekkið er 223 Nm við 4.500 snún/min.


Bilurin hevur stramman undirvogn og sportligar koyrieginleikar. Í mun til vanligu útgávuna av Honda Accord sær hesin sportligur út við t.d. tveimum útstoytum og spoilarum. Eisini innan er Accord Type-S merktur av, at hann er ein sportútgáva við tað at innrættingin flott og sportlig.


Bilurin sum varð royndarkoyrdur kostar 369.000 krónur. Honda Accord kann síggjast og roynast hjá Norðbil við Oyggjarvegin. Prísirnir byrja við kr. 299.000.



Audi A3 Sportback


Seinni bilurin var ein Audi A3 Sportback við 2,0 litra TDI dieselmotori við 140 hk. Motorurin er kvikur og kraftar væl. Botntrekkið er 320 Nm við 1.750 snún/min og bilurin koyrir frá 0-100 km/t upp á 9,7 sekund.


Audi A3 Sportback er ein hatchback við fimm hurðum. Talan er um ein sera væl gjørdan bil, sum sær út sum ein stationcar og hevur koyrieginleikar í serklassa. Undirvognurin er soleiðis gjørdur, at bilurin hevur sera góðan stabilitet í svingum.


Innan er A3 væl innrættaður við t.d. alu-look luftdysum á instrumentborðinum og eini smartari og praktiskari gardanboks. Audi A3 verður eisini gjørdur við trimum hurðum.


Bilurin sum varð royndarkoyrdur kostar 363.000 krónur við ymiskari eykaútgerð sum t.d. koyriteldu og ferðpiloti. Audi A3 kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Prísirnir byrja við 270.000 krónum.