Hans Eli Hansen er undangongumaður fyri at fáa hetta skipið umvælt og varðveitt sum seglskip.
Aftrat sær hevur hann havt góðar menn, og í dag er tað ein sonn frøi at fara umborð á hetta stásiliga skipið, her tað liggur við bryggju á Varpabrúnni.
Í løtuni liggur Dragin við bryggju, samstundis sum hann verður nýttur sum skúlastova fyri teir næmingarnar, sum hava valt sær sjóvinnu sum lærugrein í framhaldsdeildini.
Salongin umborð verður nýtt sum skúlastova, og hvørja ferð Hans Eli undirvísir næmingunum, ber hann eyga við hetta skeltið frá Sjómannadegnum.
- Tja, eg veit ikki. Eg ræðist hatta skeltið eitt sindur. Hatta forpliktar rættiliga nógv!, sigur hann.
Í hugnaligu salongini fáa vit eitt prát við Hans Eli, sum er formaður í grunninum sum eigur skipið, og ein annan av monnunum aftanfyri Dragan, Dorius Frederiksberg.
- Tú, Dorius. Kanst tú ikki ger okkum ein kaffimunn?, spyr Hans Eli.
Lítla løtu seinni er heitt kaffi og smákøkur á borðinum.
Alt árið
Í nevndini, sum stýrir virkseminum umborð á Draganum, sita m.a. umboð fyri Sjómansskúlan í Klaksvík og fyri skúlan á Ziskatrøð og Ósáskúlan.
Hóast ein skuldi trúð, at virksemi einans er í einum slíkum seglskipi um summarið, so er tað ikki heilt rætt. Í roynd og veru er virksemi umborð alt árið.
Allir næmingarnir sum fara í framhaldsdeildina í Klaksvík hava møguleika at velja sjómanslæru ella sjóvinnu. Og her hava teir ein forkunnugan - og sjáldsama góðan - møguleika at nema sær kunnleika um hetta viðkomandi evnið í best hugsandi umhvørvi.
Salongin er innrættað soleiðis at hon eisini kann brúkast sum skúlastova í rættiliga maritimum umhvørvi. Ein talva hoyrir sjálvandi til eina slíka skúlastovu, men annars er útgerðin til undirvísingina beint við hondina.
Her er eingin ivi um, at teir munnu fáa munandi meiri burtur úr undirvísingini á hesum staði enn í eini vanligari stovu í tí lokala skúlanum. Her er alt gjørt fyri at teir skulu bæði læra og fornemma hvat sjólívið er.
Tá sagt verður “teir”, so er tað bert partvíst rætt. Rættari hevði helst at verið sagt “tey”, tí onkur konufólk hava eisini valt sjóvinnu sum lærugrein í framhaldsdeildini.
- Jú, vit høvdu eisini einaferð eina unga gentu sum næming umborð. Hon fekk helst nógv burtur úr, tí hygg bert eftir henni í dag:
- Hon fór víðari á sjómansskúla, og siglir í dag úti í verðini, siga teir báðir, Hans Eli og Dorius ikki sørt ernir.
Út í verðina
Tá skúlarnir byrja eftir summarfrítíðina er tað samstundis startskotið til undirvísingina. Tá verður gjørt nógv av at fara út at sigla við næmingunum.
- So sigla vit so leingi sum veðrið er til tað – tað er: einaferð út í oktober mánað.
- Eftir tað verður skipið lagt, seglini tikin niður og alt riggað av. Og síðani byrja vit undirvísingina umborð, greiðir Hans Eli frá.
Áhugin fyri hesi undirvísingini er so mikið stórur, at í ár eru fýra hold við eini 10 næmingum í hvørjum til undirvísing umborð – tvey hold frá hvørjum av skúlunum í býnum.
Tá tað fer at vára byrja menn at rigga skipið til aftur, og verður miðað eftir at hava skipið klárt til sigling flaggdagin.
Ein partur av hesum arbeiðinum er at fáa bjargingarbátarnir eftirhugdar av Gummibátatænastuni í Havn. Og tað var júst tað sum hendi mikudagin í hesi vikuni.
- Tað er rættiliga nógv sum skal gjøgnumgangast, áðrenn vit sleppa at sigla aftur. Teir frá Skipasýninum koma umborð og skulu góðkenna at alt er í lagi, tá sesongin byrjar aftur, greiðir Hans Eli frá.
Út at fiska
Um summarið verður Dragin rættiliga nógv nýttur í samband við flutning av ferðafólkum. Her verður skipað fyri ferðum í sambandi við virksemið hjá Kunningarstovuni í Klaksvík.
Hesa ársins tíð verður rættiliga nógv siglt norður undir Kunoyarnakk og Enniberg, men eisini aðrar leiðir. Er talan um dagstúrar er einki til hindurs fyri at fara runt fleiri av oyggjunum.
Umframt hesar túrararnar við ferðafólkum eru fleiri leigutúrar í samband við føðingardagar, útferðir hjá arbeiðsplássum, familjutúrar og mangt annað.
- So hendir tað eisini av og á, at menn taka seg saman og vilja sleppa út at fiska nakrar tímar.
- Tað ordna vit eisini, sigur Hans Eli.
Ymisk tiltøk
Næsta stóra tiltakið, sum Dragin verður partur av, eru teir sonevndu Torradagarnir í Klaksvík seinni í mánaðinum, har dentur enn einaferð verður lagdur á at vísa fólki, at Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaður okkara.
Umborð á Draganum verður tá opin bátur, har fólk kunnu hyggja seg um, samstundis sum kokkurin fer at gera eina serstaka fiskasuppu.
Seinni í ár verður so norðoyastevnan og ikki at gloyma Sjómannadagurin, har Dragin er ein sjálvsagdur partur av skránni.
- Vit hava verið uttanlands á nærum hvørjum ári, m.a. í Hetlandi og Noregi. Tað var bara í fjør at vit ikki vóru uttanlands, greiðir Hans Eli frá.
Stutt um Dragan
Bygdur í Keypmannahavn í 1945, og longdur í 1955. Fekk upphøggingarstuðuli í 1991.
Hin 18. november 1991 keypti Hans Eli Hansen Dragan, og 1. januar 1992 seldi hann Dragan til Grunnin "Dragin" - KG 212.
Hesin grunnur varð stovnaður við tí endamáli at umvæla og varðveita Dragan og umbyggja hann til seglskip.
Dragin skal nýtast sum skúlaskip hjá sjómansskúlanæmingum og næmingum í øðrum skúlum í Føroyum. Í summarfrítíðini kann hann sigla útferðir við ferðafólki.
Umbyggingin varð liðug á sumri 2003, og er alt arbeiði gjørt ókeypis av hesum monnum: Martin Olsen, skipstimbrari, Símun Johansen, bátasmiður, Eyðun Joensen, jarnsmiður, Pole Mikkelsen, sjómansskúlastjóri, Hans Olav Hansen, tannlækni, Dorius Frederiksberg, kokkur, Heini Heinesen, maskinsmiður, Fischer Johannesen, tollari, Hans Eli Hansen, lærari
El-arbeiðið: Páll Mortensen, Áki Justinesen, Jákup Eydnugarð.
Seymað seglini: Jógvan Vágsheygg, Sámal Júst Dahl, Joen Dávid Norðoy.
Tekningar og útrokningar: Kristin Rasmussen, verkfrøðingur
Kelda: skipalistin.fo)