Avgerðin tikin: Miðflokkurin fer ikki úr samgonguni

Jenis av Rana og Bill Justinussen verða báðir verðandi í samgonguni.

Tað er avgjørt á leiðslufundi í flokkinum nbeint nú.

Á fundinum skuldi flokkurin taka støðu til samstarvið í samgonguni framyvir og har er niðurstøðan, at flokkurin skal verða verandi í samgonguni.

Jenis av Rana hevði annars ávarað um, at hann fór úr samgonguni, varð uppskotið um at skerja ALS, samtykt.

Hann kundi heldur ikki góðtaka, at tað stendur í játtanarkarmunum, at samgongan ætlar at hækka pensjónsaldurin næsta ár og at játtanin til útbúgving verður skerd.

Men áðrenn Løgtingið fór til hús í hóskvøldið, hevði tað bæði samtykt at skerja ALS tað hevði samtykt játtanarkarmarnar óbroyttar.

Kortini gjørdu teir báðir tinglimirnir í Miðflokkinum av at atkvøða ímóti at skerja ALS.

Jenis av Rana sigur, at orsøkin til, at flokkurin verður verandi í samgongu, er, ávaringin frá honum hevur hjálpt, tí tað fekk samgonguna at snara meiri tann sosiala vegin.

- Allir politikarar hava nú tikið frástøðu frá ætlanini at hækka pensjónsaldurin, sigur Jenis av Rana.

- Hinvegin hava vit fingið lyfti um, at reglan um bíðidagar í ALS skal nágreinast í eini kunngerð, so at tað ikki rakar tey, sum ætlanin ikki var at raka.

Bíðidagarnir eru settir í verk fyri at forða fyri misbrúki, har fólk ferðast inn og út úr ALS, men nú skulu reglar gerast, so at tað ikki eisini rakar tey veruliga arbeiðsleysu.

Vit hava eisini fingið lyfti um, at loftið fyri inngjaldi skal hækkast upp ígjøgnum.

Tá ið inngjaldið varð 1%, rindaði ongin inn í ALS av inntøku omanfyri 650.000 krónur.

Men nú inngjaldið hækkar upp í 1,25%, verður øll inntøka omanfyri 520.000 krónur frítikin fyri at rinda inn í ALS.

- Vit hava fingið lyftið um, at tað hámarkið skal hækkast upp í milliónaklassan so at øll í veruleikanum rinda til ALS av allari sínari inntøku.

Jenis av Rana sigur, at Miðflokkurin ásannar, at hann ger meiri nyttu í samgonguni enn uttanfyri.

- Tí lurti eg eisini eftir teimum, sum halda, at vit eiga at síggja tíðina ann.

Og tað merkir, at telvingin um fíggjarlógina í heyst verður avgerandi fyri, um Miðflokkurin verður verandi, tí fremjir samgongan skerjingar tá, sum Miðflokkurin ikki kann góðtaka, er støðan ein onnur og so fer flokkurin aftur tá at taka støðu til samgonguna.

Tú hevur boðað frá, at tú fert úr samgonguni, um so var, at viðurskiftini hjá Arbeiðsleystum versna. Nú er greitt, at tey fara at versna. Hevur tú ikki sett títt trúvirðið í vanda við ikki at fara úr samgonguni, spurdu við Jenis av Rana.

- Tað kann vera, at tað skalar mítt trúvirði. Men úr samgonguni kunnu vit altíð fara, tí tað er nógv tað lættasta. Hinvegin halda vit, at vit gera størri nyttu innanfyri, har vit kunnu forða fyri, at politikkurin verður alt ov ósosialur, sigur Jenis av Rana.