Avgerðir skulu byggja á gransking og royndir

- Góðar politiskar avgerðir um fiskivinnuna mugu byggja á gransking, men okkum tørvar eisini vitan um royndir hjá teimum, sum virka í vinnuni, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, setti mánadagin altjóða fiskivinnuráðstevnuna IIFET 2026.

 

Ráðstevnan, sum verður hildin annaðhvørt ár, er hesa vikuna í Norðurlandahúsinum í Havn. IIFET stendur fyri International Institute of Fisheries Economics and Trade.

 

Í uttanríkis-og fiskimálaráðnum verður sagt, at hetta er fyrstu ferð, at IIFET-ráðstevnan verður hildin í Føroyum.

 

- Umleið 250 granskarar, umboð fyri vinnu, myndugleikar og altjóða felagsskapir luttaka á ráðstevnuni, sum Fróðskaparsetur Føroya er vertur fyri.

 

Ráðstevnan byrjaði við einum almennum fundi um framtíðar umsiting av fiskivinnuni. 

 

Á fundinum viðgjørdu føroyskir og útlendskir serfrøðingar, hvussu vísindi, búskapur, politikkur og vinnulig atlit kunnu spæla saman, tá fiskivinnan verður umsitin.

 

Í setanarrøðuni vísti landsstýrismaðurin, Bárður Nielsen, á stóra týdningin, sum fiski-og alivinna hava fyri føroyska búskapin og samfelagið. 

 

Hann segði, at málið er at skapa størst møguligt virði úr okkara sjófeingi og samstundis tryggja, at tilfeingið verður umsitið burðardygt.

 

- Góðar politiskar avgerðir um fiskivinnuna mugu byggja á gransking, men okkum tørvar eisini vitan um royndir hjá teimum, sum virka í vinnuni, segði Bárður Nielsen.