FÓTBÓLTUR
Onkur hevur sagt, at til eru trý sløg av lygnum: Hvítar lygnir, svartar lygnir og hagtøl. Ikki er sørt, at serliga triðja slagið av lygnum, hagtølini, gjørdu vart við seg í U21-landsdystinum millum Føroyar og Lettland í Gundadali í gjár.
Tá alt var liðugt, vístu hagtølini, at Føroyar høvdu havt 10 skot upp á mál og Lettland 14, og eisini høvdu Føroyar fleiri hornaspørk, sum ofta plaga at vera ein góð ábending um gongdina.
Men tað var alt samalt ein sannleiki við stórum modifikatiónum, tí á máltalvuni stóð altso, at Lettland hevði skorað trý mál og Føroyar eitt. Og hesi hagtølini siga fyrst og fremst nakað um tað, sum hendi í fyrra hálvleiki, tá dysturin í roynd og veru varð taptur.
Føroyska offensivinum var sum so einki galið við, men tað hjálpti bara so lítið, tá verjan slett ikki var til reiðar og ongantíð veruliga fekk fatur í trífalda málslúkinum hjá lettum, Edgars Gauracs, sum tóktist vera ein spælari, ið minst var ein klassa betri enn alt annað, sum gekk á tveimum beinum á vøllinum.
Eftir tvey frálík úrslit í teimum báðum síðstu dystunum, vóru vónirnar sjálvandi settar høgt, nú U21-manningin fyri fjórðu ferð á rað spældi á heimavølli. Serliga 1-0 sigurin á Russlandi fyri júst trimum mánaðum síðani og 1-1 javnleikurin ímóti Moldova leygardagin kyndu undir bjørtu vónirnar. Men ein skelkandi byrjan í Gundadali í gjár gav øllum eitt skot fyri bógvin.
Trífaldur málskjútti
Føroyska verjan var ikki til reiðar, tá lettarnir í sínum fyrsta álopi fingu eitt fríspark í vinstru síðu í sínum fyrsta álopi. Bólturin var sendur innfyri, og stadionurið vísti 38 sekund, tá Edgars Gauracs setti bóltin inn til 1-0.
Løtuna eftir tóktist føroyska liðið fóta sær frammi á vøllinum, og bæði Róaldur Jacobsen og Finnur Justinussen høvdu góðar royndir á lettiska málið, áðrenn tað í 20. minutti aftur endaði galið. Hesa ferð endaði eitt skot á føroyska yvirliggjaranum, so bólturin stakk himmalhøgt upp í loft og datt niðuraftur beint fyri málinum, har Gauracs enn eina ferð var á blettinum og økti til 2-0.
Nú sá einki serligt út, og føroysku spælararnir hingu við høvdinum. Men burtur úr mestsum ongum tók Rógvi Poulsen sakina í egnar hendur í vinstru síðu, tá hann sjey minuttir fyri steðgin fekk fatur á bóltinum og rak ímóti lettiska brotsteiginum. Meðan verjuspælararnir hjá gestunum royndu at halda eyguni við møguligum fríspælingum frá honum, gjørdi hann ikki mætari enn at gera eitt trekk inn í vøllin og smekka til úr 20 metrum. Nú var munurin minkaður, og bjartskygni hómaðist aftur.
Gleðin var tó stokkut, tí fyri triðju ferð var Edgars Gauracs upp á spæl tríggjar minuttir fyri steðgin, tá hann mitt fyri slapp leysur og setti bóltin í føroyska málið til 3-1. Hetta skuldi vísa seg at gerast avgerandi málið í dystinum.
Verjan væl við
Lítið man vera at ivast í, at bæði Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham hava tosað við stórum bókstavum í hálvleiksstegðinum. Teir høvdu eisini fyrr víst, at teir tordu at taka stórar avgerðir, um tað var neyðugt, tá teir millum annað skiftu sjey spælarar út millum 0-4 tapið fyri Rumenia og 1-0 sigurin á Russlandi.
Men hóast veikleikarnir í føroysku verjuni høvdu verið opinberir, góvu teir báðir venjararnir øllum spælarunum afturval til seinna hálvleik, so teir kundu sleppa at prógva, at teir vóru meira verdir, enn teir høvdu víst fyrstu trý korterini. Og sigast má, at serliga verjan av álvara tók seg saman og vísti nógv betri spæl. Serliga, eftir at Viljormur Davidsen var komin inn á vinstra bakk stutt inn í seinna hálvleik, hekk defensivurin betur saman, og samstundis vóru miðverjarnir nú slett ikki til at sleppa framvið.
Hinvegin gekk striltið at fáa ítøkiligar álopsroyndir fram eftir vøllinum. Fyrst og fremst, tí Lettland fyri tað nógva sat tungt á miðvøllinum, og tað tí bar illa til at fáa nóg gott samband millum miðvøll og álop. Tó gekk liðformaðurin, Christian Restorff Mouritsen, undan við einum ótrúligum yvirskoti og – ikki minst – góðum hugflogi, ið fleiri ferðir setti lettisku mótstøðumonnunum grá hár í høvdið.
Størsta føroyska møguleikan átti Vodafone-toppskjúttin, Finnur Justinussen, tá hann í yvirtíðini smekkaði á stongina, men tá var ov seint at venda nøkrum, og tískil eydnaðist ikki U21-landsliðnum at fáa nakað í stigaposan hesa ferð.
Nógvir áskoðarar
Nú fýra heimadystir hava verið á skránni á rað, hevur liðið tó fingið fýra stig til høldar, sum er ófør úrtøka, og enn eru nógvir dystir eftir. Teir fýra komandi eru allir á útivølli, og hóast tað kanska ger tað heldur torførari at vinna stig, so hevur U21-landsliðið víst, at tað kann gera tað óvæntaða. Og bara tað ger tað ótrúliga spennandi at fylgja ungu monnunum, sum um nøkur ár eru bulurin á A-landsliðnum.
Annars var tað ótrúliga stuttligt at síggja, at næstan 1.500 áskoðarar høvdu leitað sær í Gundadal at stuðla liðnum, hóast dysturin var spældur tíðliga seinnapartin í gjár, tá fólk flest eru bundin av arbeiði og ikki hava møguleikan. Bróðurparturin av teimum uppmøttu vóru skúlabørn, sum sanniliga gjørdu sítt til, at karmarnir um dystin vóru teir bestu!