Allir tríggir dystirnir, sum skuldu verða farna vikuskifti í kappingini um Løgmanssteypið, skulu fáast frá hondini í hesi vikuni, so at tað ikki ávirkar næsta umfar, sum skal spælast komandi vikuskifti.
Dómarin tekur avgerðina
FSF hevur gjørt av, at dystirnir skuldu spælast í gjárkvøldið, um líkindi vóru til tess. Um mett var, at tað ikki var gjørligt at spæla týskvøldið, skulu dystirnir avgreiðast í kvøld. Ber hetta heldur ikki til, verða dystirnir fluttir til í annaðkvøld.
Tað er dómararnir í teimum ymisku dystunum, sum tekur avgerðina, um tað er ráðiligt at spæla dystirnar ella ikki.
Teir fýra útsettu dystirnir eru: LÍF-AB, SÍ-FS Vágar 2004 og NÍF-Fram.