Ávirkar ikki Teistan

Tað er ein mánaður síðani, at Teistin fekk nýtt siglingarloyvi, og síðani hava leysasøgur gingið um, at krøvini vóru so strong, at skipið fór at liggja stilt stóran part av vetrinum.

 

Hetta vísir seg tó ikki at vera satt. Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandfararskipum Landsins, sigur, at nýggja siglingarloyvi hevur onga ávirkan á Sandoyarleiðina.

- Tað passar, at Teistin ikki hevur loyvi at sigla í hægri aldu enn 2,5 metrar, men tá er talan um eitt sonevnt signifikantvirði á alduni. Tað vil siga, at 10 prosent av miðalaldunum skulu vera yvir 2,5 metrar høgar í einum ávísum tíðarskeiði. Tað er sera sjáldsamt, at so nógv ella so høg alda er í Skopunarfirði, greiðir Johan Petur Abrahamsen frá.

 

Hann sigur, at hægsta signifikant-aldan í Skopunarfirði er beint yvir tríggjar metrar, men at talan tá er um á ávísum øki, og at Teistin tá kann sigla eina aðra leið fyri at sleppa undan hesum økinum.

 

- Vit sigla kortini ikki, tá so ringt veður er. Tá aldan verður so høg, er veðrið so ringt, at tað eru fleiri aðrar avmarkingar í gildi, millum annað er ógjørligt at leggja at í Skopunar havn í tílíkum veðurlíkindum, sigur hann.

 

- Nýggja siglingarloyvi fer tí ikki at hava nakra ávirkan á ferðaleiðina um Skopunarfjørð, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari.