Avlýsta drotningavitjanin eitt vónbrot

- Barnagarðurin skal fáast liðugur, byrjast skal uppá dýpingina av hylinum á Hamranesi, og byrjað verður at klaða skúlan, sigur Trúgvi Gudmundarson.

- Vit hava hildið jól í Frederiksund í ár. Hetta er fyrstu ferð í mínum lívi, at eg haldi jól í Danmark. Jólini vera hildin stilt og róligt saman við verforeldrunum.

 

Tað sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjórin í Hvalbiar kommunu.

 

Hann vísir á, at familjan hevur hyggað eitt sindur um við perun, jólaprýði, livandi ljósum, mandarinum, karamellum og siropskøkum.

 

- Eg haldi, at jólini er størsta hátíðin hjá kristna heiminum.

 

Trúgvi sigur, at jólaaftan ótu tey føroyska gás og dunnu, 1. jóladag ræstan bógv og tjógv, og 2. jóladag høvdu tey ymiskt annað gott, eitt nú feskt kjøt og fleskasteik.

 

- 2015 hevur verið eitt hendingaríkt ár. Fyri fyrstu ferð stillaði eg upp til løgtingsval. Tað var ómetaliga áhugavert. Tú lærir nógv og kemur í samband við nógv fólk við ymiskum lagnum, tá tú luttekur á veljarafundum.

 

Borgarstjórin sigur, at størsta upplivingin í hesum árinum var, tá konan varð útbúgvin sum pedagogur, og so tá hon fekk fast arbeiði.

 

- Kommunalt var størsta upplivingin, at arbeiðið upp á barnagarðin loksins kundi byrja, og tað var ein stórur dagur, tá fyrsti spakin varð settur í.

 

Hann sigur, at størsta vónbrotið ivaleyst var, tá drotningavitjanin varð avlýst - bert fáar, dagar áðrenn hon skuldi koma.

 

- Men, eg gleði meg til 2016, sum verður eitt spennandi ár kommunalt. Barnagarðurin skal fáast liðugur, byrjast skal uppá dýpingina av hylinum á Hamranesi, og byrjað verður at klaða skúlan uttan og innan vestur eftir.

 

Trúgvi Gudmundarson sigur, at privat gleðir hann seg nógv til, at konan og hann fara at koyra runt í Noregi, Svøríki og møguliga í Finlandi.