Til nýbygging og keyp av sethúsum kann grunnurin veita lán upp í 80% av metingarvirðinum til sethús upp í 105 fermetrar, 70% av metingarvirðinum til sethús úr 105 fermetrum upp til og við 120 fermetrar, 60% av metingarvirðinum til sethús úr 120 fermetrum upp til og við 135 fermetrar og 40% av metingarvirðinum til sethús úr 135 fermetrum upp til og við 150 fermetrar, av tí mestuupphædd, sum stýrið ásetir. (mestuupphæddin er metingarvirðið á húsunum, blm) Sethús størri enn 150 fermetrar kunnu í serligum førum fáa lán úr Húsalánsgrunninum.
Til nýbygging og keyp av íbúð kann grunnurin veita lán upp í 90% av metingarvirðinum upp í 105 fermetrar og 80% av metingarvirðinum, um íbúðin er størri enn 105 fermetrar, men minni enn 120 fermetrar, av tí mestuupphædd, sum stýrið ásetir.
Til at keyp av húsum og íbúðum, eldri enn 10 ár, kann grunnurin veita lán eftir somu reglum sum í nr. 3 og nr. 4. Er keypsprísurin hægri enn metingarvirðið, lækkar lánsupphæddin úr grunninum við 15% av lánsupphæddini fyri hvørjar byrjaðar 50.000,- kr., húsini ella íbúðin verður dýrari.
Páll Poulsen, stjóri í Húsalánsgrunninum sigur, at tað einasta rætta er at avtaka støddarkrøvini, so at grunnurin einans veitir lán eftir kostnaðinum og ikki eftir, hvussu stór húsini eru.
Hann dugir ikki at síggja nakra meining í hesum avmarkingum.
- Verða eini hús upp á 105 fermetrar bygd úr gulli, ber saktans til at fáa kostnaðin og virðið upp.
Hann sigur, at Húsalánsgrunnurin hevur fleiri ferðir biðið politiska myndugleikan um at taka avmarkingarnar av, men tað hevur viljin ikki verið til.
Hann sigur, at Húsalánsgrunnurin fær javnan fyrispurning um at fíggja sethús. Men ofta fáa tey lítið gjørt, tí tey renna seg so ofta í støddarmarkið.
Óneyðug lógarbroyting
Grundgevingin hjá samgonguni fyri at lógin um Húsalánsgrunnin nú skal broytast, er, at hereftir skal grunnurin læna til íbúðafeløg og íbúðastovnar og aðra alternativa bygging.
Harumframt skal grunnurin veita orkulán.
- Tað er óneyðugt at broyta lógina fyri at Húsalánsgrunnurin kann veita hesi sløg av lánum, tí tað kunnu vit, sum er, sigur Páll Poulsen, stjóri í Húsalánsgrunninum.
- Bæði Húsalánsgrunnurin, Íbúðagrunnurin í Bjálvingargrunnurin hava víst í verki, at lóggávan, vit longu hava, er ikki forðingin fyri at fáa í gongd bygging av alternativum bústøðum til ymiskan tørv.
Tvørtur ímóti eru hesir grunnar júst tey røttu amboðini til at gjøgnumføra hesi tiltøk, sum samgongan eftirlýsir.
Tí staðfestir stjórin, at tað er snøgt sagt skeivt, tá ið samgongan staðfestir, at tað er neyðugt at broyta lógina so grundleggjandi, leggur hann afturat.
Tó viðurkennir hann, at tillagingar skulu til í lógum og kunngerðum um Húsalánsgrunnin, men at broyta lógina grundleggjandi, er óneyðugt.
Ein sápubløðra
Páll Poulsen sigur, at vil samgongan Húsalánsgrunnin at veita orkulán, lán til bústaðarstovnar og annað, er tað púra óneyðugt at broyta lógina.
Vit hava longu, sum er, heimild til at veita hesi sløgini av lánum.
- Tí meti eg, at einasta endamál við ætlaðu lógarbroytingunum er, at forða Húsalánsgrunninum í at veita vanlig sethúsalán.
Annars ivast hann í um tað ikki bara er ein sápubløðra, at Húsalánsgrunnurin skal lata serlig orkulán.
- Øll nýbygd hús hava helst alternativar orkuskipanir. Men trupulleikin við teimum alternativu orkukeldunum er bara tann, at enn eru ongar kanningar, sum vísa, hvat loysir seg best í Føroyum, um tað eru hitapumpur, berghiti, sólhiti, ella hvat tað skal vera.
- Áðrenn hetta er kannað í Føroyum, vita vit ikki um íløgan yvirhøvur vinnur seg inn aftur.
- Tí er tað skeivt at læna pening til slík endamál, fyrrenn tær kanningarnar eru gjørdar.
Eitt annað er so tað, at tað er rættiliga dýrt at skifta frá oljufýri til alternativar orkukeldur og tað er ikki væntandi, at fólk í fýrati, ella fimmtiárunum, ella eldri, fara at seta seg í stóra skuld fyri at fara til alternativa orku, vissi tað tekur 20-30 ár at vinna íløguna inn aftur.
- Ongin fer at taka lán til eina íløgu, sum ikki betalir seg, sigur stjórin í Húsalánsgrunninum.
Les eisini greinina: Samgongan vil ikki hjálpa sethúsaeigarum