Nú er ætlanin at avtaka skipanina, har tey, sum vilja hava grundstykki, skriva seg upp hjá kommununi.
Tey siga, at grundstykkjalistin krevur nógva orku at umsita og tískil skal býráðið nú taka støðu til at avtaka hann.
Í løtuni standa seks fólk á bíðilista eftir grundstykki í Norðragøtu, men har eru bara tvey stykki til taks.
Hinvegin eru 11 umsóknir um grundstykki í Syðrugøtu, og sjey av teimum hava fingið tilboð um at fáa stykki og har eru 3 grundstykkir tøk.
Átta umsóknir eru um grundstykki í Leirvík og tey hava øll hava fingið tilboð um at fáa stykki, og har eru fýra stykki til taks. Við Gøtugjógv eru tvey stykki til taks, men eingin umsøkjari og undir Gøtueiði eru fýra umsóknir um grundstykki. Trý av teimum hava fingið tilboð um grundstykki, men har eru trý stykki til taks.
Annars hava tey 17 umsóknir um at fáa grundstykki til neyst í Norðragøtu. Eingin av teimum hevur fingið tilboð um stykki, men har verða nøkur grundstykkir í næstum.
Tá ið ein útstykking, sum er í umbúna í Norðragøtu, er liðugt, fáa tey, sum standa á bíðilista har, tilboð um eitt stykki, men síðani verða hini stykkini lýst alment til sølu.
Verður bíðilistin avtikin, fáa umsøkjarnir tær 20.000 krónurnar aftur, sum teir hava goldið í depositum
Men hetta merkir, at hereftir verða øll tøk grundstykki í Eysturkommunu, lýst alment til sølu, sigur Eysturkommuna, og tað skal kommunustýrið nú taka støðu til.