USA hevur í løtuni eina hernaðarstøð í Grønlandi. Sambært dulnevndum embætisfólkum varð í dag umrødd ein semja, sum sigur, at USA skal fáa ræðið á fleiri smáum grønlendskum landaøkjum, har hernaðarstøðir kunnu byggjast. (Savnsmynd). - Mynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix

Avtala um Grøn­land kann merkja part­víst amerik­anskt eftirlit

Á NATO-fundi í dag varð umrødd ein semja, sum kundi geva USA ræði á fleiri smáum grønlendskum landaøkjum.

USA hevur í løtuni eina hernaðarstøð í Grønlandi. Sambært dulnevndum embætisfólkum varð í dag umrødd ein semja, sum sigur, at USA skal fáa ræðið á fleiri smáum grønlendskum landaøkjum, har hernaðarstøðir kunnu byggjast. (Savnsmynd). - Mynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix

Áðrenn amerikanski forsetin, Donald Trump, í kvøld kunngjørdi, at karmar um eina framtíðar avtalu um Grønland vóru gjørdir, hittust høgstanandi heryvirmenn úr limalondunum í NATO og umrøddu eina semju.

Hetta upplýstu trý ónevnd og høg embætisfólk fyri amerikanska miðilinum The New York Times í dag.

Sambært embætisfólkunum fevnir semjan, sum var á borðinum, millum annað um, at Danmark skuldi geva USA ræðið á fleiri smáum grønlendskum landaøkjum, har USA skuldi kunna byggja hernaðarstøðir.

Embætisfólkini leggja afturat, at aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, hevur arbeitt fyri at stuðla hugskotinum.

Tað er ikki greitt, um semjan er partur av rammuavtaluni, sum Trump kunngjørdi í kvøld.

Kortini er enn óvist, hvat avtalan um Grønland serliga inniber.

Karmarnir og smálutirnir verða avdúkaðir loypandi, greiddi Trump frá í kvøld.

Í dag hevur USA eina hernaðarstøð í Grønlandi - Pituffik rúmdarstøðina, sum áður var kend sum Thule Base.

USA hevur longu møguleika at víðka um støðina og byggja nýggjar støðir. Hetta skal tó gerast í samráð við Grønland og Danmark.

Ein talsmaður frá NATO segði mikukvøldið, at samráðingarnar millum Danmark, Grønland og USA halda fram við tí endamáli at tryggja, at Russland og Kina ongantíð fáa fótafesti, hvørki búskaparliga ella hernaðarliga, í Grønlandi.

Tað var á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, at Donald Trump mikudagin skrivaði, at karmar um eina framtíðar avtalu um Grønland eru gjørdir saman við aðalskrivaranum í NATO, Mark Rutte.

Harumframt avlýsti amerikanski forsetin tollhóttanirnar móti Danmark og evropeiskum londum viðvíkjandi spurninginum um yvirtøku av Grønlandi.

Mark Rutte hevur váttað fráboðanina hjá Trump um, at partarnir hava gjørt eina rammuavtalu, og at fleiri samráðingar verða millum tey, sum eru við.

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, segði við DR í kvøld, at tað eru positiv tekin, sum eru komin frá Trump í Davos.

– Trump sigur, at "eg fari ikki at leypa á Grønland", tað tykist eisini sum eitt heilt vilt hugskot, og tollstríðið er sett í standby. Tað er í minsta lagi positivt, sigur Løkke.

Ritzau royndi eisini í kvøld at fáa eina viðmerking frá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, meðan skrivstovan hjá Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformanni í Grønlandi, hevur upplýst, at hann ikki fer at gera viðmerkingar til gongdina fyrr enn á tíðindafundi í morgin.

/Ritzau/