Avvarðandi minst nøgd við eldraøkið í Havn

Avvarðandi eru minst nøgd við eldraøkið í Havn, vísir nýggj frágreiðing hjá Eldraráðnum.

Frá Eldraráðnum í Tórshavnar kommunu:

 

Samandráttur av frágreiðing, sum Eldraráðið í Tórshavnar kommunu hevur handað kommununi

 

Uppgávan hjá Eldraráðnum í Tórshavnar kommunu er at vera talurør fyri tey eldru í kommununi.  Tí hevur ráðið vitja støð í kommununi, har eldri savnaðast og/ella búgva. Á tann hátt metti ráðið, at tað kundi hoyra, hvat rørist millum tey eldru, tá talan var um tey tilboð kommunan hevði til tey.

 

Støðini, sum Eldraráðið vitjaði vóru røktarheim, sambýlir, tilhald og heimarøktin í kommununi. Vitjanirnar fóru fram í tíðarskeiðnum febr. – mai. 2026. Samskift var við;  brúkarar/búfólk, avvarðandi og starvsfólk. Spurt var um nøgdsemi við tænastuna, sum kommunan veitir – hvat var gott og hvat var ynskiligt at fáa broytt.

 

29 ymisk viðurskifti blivu nevnd, sum ynskt var at kommunan gjørdi nakað við.

 

  1. ymiskt var, hvussu nógv fólk vóru møtt á teimum ymisku stovnunum, fekk ráðið allastaðni høvi at tosa við búfólk og starvsfólk. Haraftat hava nøkur avvarðandi vent sær til eldraráðið aftaná vitjanirnar, við sínum ynskjum og hjartasuffum.
  2. vóru búfólk nøgd við sína støðu.
  3. hjá starvsfólkunum var ymiskt. Nøkur viðurskifti vóru tey nøgd við, meðan onnur kundu tey hugsa sær øðrvísi.
  4. vóru avvarðandi tey, sum vóru minst nøgd.
  5. hóast nøgdsemi var lutfalsliga gott, vóru ymisk viðurskifti, sum kundu betrast. Hesi vóru:
  6. Haraftrat manglaði serliga heimarøktin fólk, tí ov fá ella ongin søkti leys størv. Hettar gekk útyvir tilboðini, sum tey skuldu veita brúkarum.
  • røktarheimunum eru  tað serliga sjúkrarøktarfrøðingar, sum taka sær av fyrisitingarligar  uppgávum á stovnunum. Ynski var um skrivstovuhjálp til hesar uppgávur, tí tað vildi frígivið røktarfakligu vitanina hjá starvsfólkunum, sum kundu komið búfólkunum til góðar.

 

Tilmælir

 

Eldraráðið hevur valt at raðfesta tey, sum flest ynsktu, og tey sum hava størstan týdning.

 

Tað er tó onki til hindurs fyri at kommunan, av sínum eintingum, raðfestir onnur viðurskifti, enn tey, sum verða raðfest av eldraráðnum. Haraftrat fer Eldraráðið eisini, so hvørt sum útvald umráðir verða loyst,  venda aftur til onnur, sum eru nevnd í frásøgnini.

 

Størri mál

 

Eitt av fyribyrgjandi tiltøkunum er at byggja bíligar eldravinarligar íbúðir. Tí verður mælt til at fara undir at byggja slíkar íbúðir.

 

Ein týðandi táttur fyri at kunna vera heima og virkin sum longst, eru møguleikarnir fyri at røra seg og kunna vera virkin.Mælt verður til at økja um møguleikarnar rørslu og virkni.

 

Á øllum røktarheimunum segði leiðslan seg brúka lutfalsliga og nógva tíð til fyrisitingarligar uppgávur og starvsfólkamál. Mælt verður til at seta skrivstovufólk at taka sær av hesum

 

Skjótt skiftir seiðir

 

Trupult er at fáa fólk at søkja størv innan (serliga) heimarøktina.

 

Mælt verður til at HR deildin hjá kommununi fer í eitt samskifti við heimarøktina, fyri at broyta mannagongd at søkja eftir fólki.

 

Nøkur viðurskifti, sum blivu nevnd á vitjanunum snúgva seg um trygd hjá brúkarum/búfólkum. M.a. vóru hesi nevnd:

 

  • Nýggjari brúkaravinarligari úthurð á URD
  • Girðingar so búfólkini á Sambýlinum við Mattalág, frítt kunnu fara útum, uttan vanda fyri at detta í ánna.
  • Neyðútgongd í Tilhaldinum í Nólsoy

 

Av tí at hesi viðurskifti økja um vandan fyri álvarligum avleiðingum, um ringasta støðan skuldi komið í, verður staðiliga heitt á kommununa um at loysa hesi viðurskifti skjótast gjørligt.

 

Øll frágreiðingin í fullum líki er annars tøk á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu undir Eldraráðið – Fundarfrágreiðingar 2026:  https://www.torshavn.fo/media/idka13qc/frasoegn_urslit-av-vitjanum-a-eldrastovnum-hja-torshavnar-kommunu_eldraradid-august-2026.pdf