Ukrainskar serdeildir siga seg hava framt væleydnað álop á tvey týdningarmikil russisk gassanlegg heilar 3000 kilometrar inni í landinum. Sagt verður, at talan er um Novij Urengoj og Purovskij í regiónini, Jamalo-Nenetsk í Sibiria.
Serdeildirnar siga, at fram til í dag hava russar hildið, at hetta var eitt trygt øki.
Gassanleggini, sum eru álopin, eru týdningarmikil fyri viðgerð av gassi úr fleiri økjum í regiónini.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, veit í morgun at siga, at ukrainski herurin eisini hevur lopið á ein havnarbý við Kaspiska Havið.
Hetta var í grannaregiónini hjá Tsjetsjenia, Dagestan.
Haraftrat hevur ukrainski herurin rakt átta skipanir í undirstøðukervinum hjá Russlandi, sum landið brúkar í sínari krígsførslu, umframt at mál eru álopin í høvuðsstaðnum Moskva og í býunum, Voronezj, Astrakhan og Brjansk.
Í russiska havnarbýnum, Sotsji, sum liggur við Svartahavið, eru átta fólk særd í einum ukrainskum álopi við sjódronum, vita russisku myndugleikarnir í Krasnodar at siga í morgun.











