Rópti og geylaði eftir løgregluni

Persónur var mistonktur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum

Ein persónur varð klokkan 17 í gjár steðgaður av løgregluni í Havn, tí illgruni var um, at viðkomandi koyrdi ávirkaður av rúsevnum.

 

Persónurin varð skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.

 

Men hann fekk eisini eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar. Sambært vaktleiðaranum gjørdist persónurin illur við patruljuna og rópti og geylaði eftir løgreglufólkunum.