Sambært íslendska hondbóltsmiðlinum, Handkastið er 20 ára gamli føroyski málverjin, Maria Beder longu givin í Vali.
Hon byrjaði í Vali fyrst í august, men er sambært Handkastinum farin aftur til Føroya. Sannlíkt fer hon at spæla við H71.
Anton Rúnarsson høvuðsvenjari hjá Vali segði undan kappingarbyrjan seg vera sera væl nøgdan við, at evnaríki málverjin, ið hevur staðið væl í H71 og á U20-landsliðnum var komin til Val. Hann helt, at Maria og Hafdís Renötudóttir, landsliðsmálverji hjá Íslandi fóru at vera eitt sterkt málverjupar hjá Vali, og gleddi Anton Rúnarsson seg til at fylgja gongdini hjá Mariu hetta kappingarárið.
Í fyrsta leikumfarinum, tá Maria var við í hópinum tapti Valur á heimavølli 21-25 fyri Selfossi.











