Axel var danskari. Hann varð føddur í Løsning í Jyllandi 21. desember 1925 og var sostatt 77 ár, nú hann doyði.
Axel starvaðist sum politistur alla sína tíð, fyri tað mesta sum ferðslupolitistur. Kom fyrstu ferð til Føroya við Parkeston í apríl mánað 1955. Tað var tá læknastríðið í Klaksvík leikaði uppá tað harðasta. Eftir áheitan frá Landsstýrinum sendi danska stjórnin skipið Parkeston við 152 vælvandum politistum til Føroya at herseta Klaksvíkina. Av tí at vágin var sperrað við teimum báðum gomlu skipunum Barmi og Svínoyar-Bjarna, við veirum og tunnum, sum søgdust at vera løddar, var talan um at seta politistarnar á land einar 6-7 km frá sjálvari Klaksvíkini. Tað hevur helst verið í Føgrulíð.
Samstundis kom fíggjarmálaráðharrin Viggo Kampmann til Føroya at samráðast og fekk eina avtalu í lag við Landsstýrið og klaksvíkingar.
Parkeston lá fyri tað mesta inni á Skálafjørðinum, men var eisini í Havn, Sørvági og á Tvøroyri. Til Klaksvíkar fór skipið ongantíð.
Axel var sostatt ikki við til at taka Klaksvíkina ta ferðina. Harafturímóti tók hann ein part av Havnini. Tí tað var á hesari ferðini, hann hitti Gunnleyg hjá Poulinu og Jóan Jakku Skómakaranum. Tað rann saman teirra millum, tey giftust 16. mai í 1957 og búsettust í Danmark.
Fyri 17 árum síðani fór Axel frá sum politistur við eftirløn. Gunnleyg og hann fluttu til Føroya og búsettust í Blákollugøtu á trøðni hjá Poulinu og Jóan Jakku. Vit gjørdust soleiðis nærmastu grannar.
Hann var ágrýtin maður og hegnigur, Axel. Saman við Gunnleyg fekk hann gjørt alt so vakurt, innan sum uttan dura. Tað hevur verið eitt njótilsi at sæð, hvussu vakurt lendið kring húsini hevur verið og er og hartil væl hildið.
Axel var eitt av hesum fólkunum, sum hava eina meining um alt, og hann duldi ikki, hvat hann meinti, m.a. um mong viðurskifti í føroyska samfelagnum. Hann var óførur at skriva lesarabrøv í Dimmalætting.
Eitt, sum eisini hevði hansara stóra áhuga, var flaggstongin. Hana røkti hann væl og flaggaði altíð, tá nakað var at flagga fyri. Á frælsisdegi Danmarkar 5. mai flaggaði hann við Dannebrog at minnast sínar starvsbrøður, sum doyðu undir krígnum, men annars brúkti hann føroyska flaggið. Seinastu ferð, hann flaggaði, var grundlógardagin 5. juni. Tá vant hann Merkið á stong - samstundis sum Dannebrog veittraði á Tinganesi.
Tankarnir leita til Gunnleyg, sum liggur á Ríkissjúkrahúsinum. Tað bar henni ikki til at vera til jarðarferðina í gjár.
Axel var ein vinsælur maður og góður granni. Hann verður saknaður.
Finnbogi Ísakson