Bíðar vónrík eftir Tommy Ton

Føroyskur sniðgevi vónar, at heimskendur mótafotografur leggur mynd av pløggum hennara á netið

Víðagitni kanadiski mótamyndamaðurin Tommy Ton hevur verið í Føroyum seinastu dagarnar og tikið myndir á Blue Fashion Challenge. Hann hevur tikið myndir av framleiddu pløggunum, og eisini verið á ferð við sniðgevunum og havt myndatøkur kring landið.

Stóra gjøgnumbrotið hjá sniðgevunum kann koma av, at myndamaðurin lutar myndir av teirra plaggi á bloggi ella Insatagram síðu síni, greiðir Sissal Kristiansen,sum vann stóru norðurlendsku sniðgeva kappingina Blue Fashion Challenge.


Í gjár vóru sniðgevar og modellir, sum høvdu luttikið á Blue Fashion Challenge 23.-27. august á ferð kring landið við víðagitna myndamanninum Tommy Ton. Endamálið var at taka myndir av tí, ið siðgevarnir høvdu evnað til væl lisna og umtókta bloggin og Instagram síðu Tommy Tons. 

33 ára gamli Tommy Ton er heimskendur kanadiskur myndamaður, og hann er best umtóktur fyri mótablogg sín Jak & Jil og fyri frásøgnum sínum frá fashion week á Style.com og GQ.com. Hann er ein av teimum mótafotografunum við flest fylgjarum á netinum, og hevur millum annað samstarvað við merkjum so sum Loewe, Michael Kors, Swarowski, Luis Vuitton, Levi’s og fleiri.

Sissal Kristiansen greiðir frá, at tað var umráðandi fyri hana, at fáa ein góða mynd, sum vónandi verður lutað av myndamanninum Tommy Ton á netinum. Hon greiðir frá, at hóast hann tók myndir av so at siga øllum luttakarunum, so merkir tað ikki, at allir luttakararnir verða á blogginum hjá Tommy Ton.

- Hann velur tað, sum honum dámar best, og onki annað, staðfestir hon.

- Eg plagi ikki at spíska albogar, men tá kom lítil djevulin í meg, og eg hugsaði, at eg skal í bloggin hjá honum, sigur hon.


Enn bíða luttararnir eftir, at Tommy Ton leggur myndir av myndatøkunum út á blogg sín ella Instagram síðu sína, men ongin teirra veit, hvørjar hann velur, ella nær hann gera tað.