Broytingar fara fram í føroyska býarlívinum. Rákið vísir, at tíðin er farin frá pylsum, burgarum og pizza, og at fólkið í staðin ynskir sunnan og meir eksotiskan mat. Tað sama kann sigast um drykkivanar, og eru fólk farin at leggjast á eksotiskar drykkir og fremmant øl. Seinastu árini hevur verið at kalla stutt millum upplatingar av nýggjum barrum og matstovum. Men seinastu tíðina er tað øvugta hent – tað er vorðið stutt millum afturlatingarnar. Jinx á Áarvegnum og Kondittaríið í Niels Finsensgøtu er afturlatið, og spildurnýggja Patio í Niels Finsensgøtu lat aftur eftir bert stutta tíð. Vertshúsið ovarlaga í Niels Finsensgøtu hevur í longri tíð staðið tómt, og Cippo, sum var partur av náttklubbasamtakinum, Í Býin, er somuleiðis afturlatið.
Tað er eitt gott hálvt ár síðan roykibannið fyri almenn støð varð sett í verk. Kortini siga matstovu- og barreigarar, Sosialurin hevur tosað við, at roykibannið ikki hevur gjørt mun. Sum eitt alternativ til roykjarar, hava onkrir valt at seta borð og hitalampur upp í túninum, og tað hevur nøktað tørvin hjá roykjarunum. Kortini vísir tað seg, at tað er torført at lívbjarga sær í býarlívinum, nú kappingin vísir seg at standa millum tað siðbundna og tað eksotiska, bæði hvat viðvíkur mati og drekka.
Góðskan í hásæti
Onkrar upplatingar av nýggjum støðum eru ávegis, og sum koma at halda til í somu hølum, sum onnur matstøð hava húsast í ella í øðrum hølum, sum standa tóm. Av nýggjastu upplatingum er Hvonn, sum hevur hálvtannað ár á baki. Hvonn, sum heldur til á tveimum teimum niðastu hæddunum á Hotel Tórshavn, hevur bæði matstovu og barr, og hevur lagt seg eftir at bjóða kundunum nakað annað, enn tey eru von við, so sum dýrt øl, whisky og cocktails. Barrin, kafe’in og matstaðið lat upp á heystið 2007, áðrenn roykibannið varð sett í verk, og beint eftir bestu summartíðina. Kortini bjóðaði Hvonn til uttandurakafé, og bannaði innandura royking.
- Vit satsaðu stórt við Hvonn. Vit valdu at raðfesta góðsku í mati, sniðgeving, tænastu og úrvali, og hava sett okkum fyri at vit framvegis skulu vera ein succes um fimm ár. Vit vóru tey fyrstu, ið bjóðaðu fajitas, margaritas og mojitos, og tað vísti seg at riggja, sigur Johannes Jensen, stjóri í Hvonn.
Og Hvonn er ein succes. Fyri tey, ið eru regluligir gestir í býarlívinum í Havn, er tað greitt, at Hvonn er vorðið nýggja staðið. Tað er har, stóra fjøldin savnast, líkamikið hvønn samfelagsbólk, ein hoyrir til.
- Tað er eingin ivi um, at Hvonn rakti seymin á høvdið. Vit hava fult hús at kalla hvørt kvøld, og hava í heila tikið størri undirtøku enn vit nakrantíð høvdu væntað, sigur stjórin í Hvonn.
So væl gongur tað hjá Hvonn, at spildurnýtt konsept letur upp við Áarvegin í vár. Talan er um eina sushi- og vínbarr, sum fer at húsast í hølunum hjá Jinx.
- Hetta er ein gamal dreymur hjá okkum. Eg haldi, at býarmentanin hjá fólki er nógv broytt tey seinastu 5-7 árini. Tann positiva vegin, við tað at fólk fara meir út, í staðin fyri at sita heima. Og vit førka kundarnar, og skapa ein tørv. Og tað vísir seg, at hevur tú eina góða vøru, so yvirlivir tú. Tað setir sjálvsagt krøv, tí heildarsjónarmiðið skal vera í lagi, sigur Johannes Jensen.
Stamkundin yvirlivir
Glitnir, sum heldur til á Skálatrøð í Havn, kennir sviðan av kreppuprátinum.
- Tað gongur slettis ikki so galið, men eg má siga, at sølan er altso ikki tann sama, sigur stjórin í Glitnir, Hans Andreasen.
- Fólk koma ikki so títt sum fyrr, og tað er uttan iva orsakað av krepputosinum, heldur stjórin.
Eftir at hava hugt eftir tølum og ferðslu í Glitnir seinastu tíðina, sæst at fólk oftast leggja sær leiðina í Glitnir 2. og 3. hvørt vikuskiftið, í staðin fyri fyrsta ella síðsta vikuskifti, sum er tíðarskeiðið, fólkið hevur fingið løn.
Fríggjakvøld er karaoke kvøld, og leygarkvøld er dansur. Tað er misjavnt, hvussu nógv fólk møtir upp til hesi kvøldini. Tískil hevur Glitnir onnur tiltøk, so sum dartkappingar, fótbólt á stórskíggja og Nintendo VII kappingum, at bjóða kundunum. Í barrini er matur at fáa hvønn dag, sum nógv verður selt av, og av drykkivørum er tað tað siðbundna, sum verður selt – altso øl og sjussar.
- Vit hava nógvar stamkundar, og hann yvirlivir. Restin er yviskotið, sigur Hans Andreasen.
Eftir meir enn eitt hálvt ár við roykibanni, kann stjórin í Glitnir staðfesta, at tað ongan skaða gjørdi á søluna. Í túninum eru borð, stólar og hitalampur settar upp til endamálið.
- Tað hevur verið verið ein succes. Men givið er, at tá vindurin stendur beint inn við 20 m/sekundið, er ikki standandi uttanfyri. Eg haldi, at hendan tíðin sum heild er tung hjá teimum flestu. Tá vit so koma út í mánað fram eftir, gongur væl hjá øllum, við tað at meir fólk kemur út. Vit skulu ikki klaga um støðuna, sum hon er júst nú, men vit fara at síggja tíðina ann og vóna tað besta, sigur Hans Andreasen, stjóri í Glitnir.
Mynstrið broytist
Føroya elsta kafe, Café Natúr, ásannar líka sum Glitnir, at mynstrið í býarlívinum er broytt.
- Fólk koma seinni út. Sjálvandi halda vit at roykilógin er góð, men tað hevur við sær, at fólk koma seinni út. Tey sita longri heima og roykja og drekka sær nakrar sjussar, í staðin fyri at at koma tíðliga oman í býin, sigur Rúni Olsen, partaeigari í Café Natúr.
Fyrr settust fólk oman í Café Natúr klokkan 19-20 um kvøldið, og vóru sitandi til út á kvøldið.
- Vit vóna at mynstrið broytist aftur. Vit eru elsta kafé í landinum, og hava eitt sterkt image. Vit liggja væl fyri her við portrið til Havnina, og tað er eisini av ferðafólki, vit vinna pening.
Tað er ein breiður málbólkur, ið vitjar Café Natúr. Millum 18-50 ár. Tað eru øl og sjussar, ið verður selt yvir barrina, umframt vørurnar úr kafé’ini. Partaeigarin sigur, at yngra fólkið fer úr Café Natúr og niðan eftir í býin, meðan tey eldru verða sitandi og lurta eftir livandi tónleiki um vikuskiftið.
- Fólkið hevur meir at velja í í dag, og tað merkist. Men tað er lágsesong í løtuni, og vit royna ikki at síggja alt ov svart upp á støðuna, sigur Rúni Olsen, partaeigari í Café Natúr.