BÁBILONSK FLØKJA

Heri Mohr

---------

 

 

Í landsstýrinum, sum í roynd og veru legði frá sær seint í fjør, framdi

landsstýrismaðurin við mentamálum og Føroya løgting yvirtøku av

fólkakirkjuni í stóran mun uttan lógarstøðið, sum fólkakirkjan stóð á.

Sum øllum kunnugt var nevndi landsstýrismaður limur í einari trúðarsamkomu,

sum einki hevur við fólkakirkjuna at gera. Einki skeivt ella ilt um tað.

Men at okkara fyrsti ”kirkjuministari” skuldi finnast uttan fyri fólkakirkjuni,

fall óivað mongum føroyingi fyri bróstið.

 

Í Dimmalætting 28. í h.mð. (nr. 42) fáa vit at vita, at landsstýrismaðurin

í kirkjumálum í okkara (spildur)nýggja landsstýri er hvørki eitt ella annað,

t.v.s. ikki limur í fólkakirkjuni ella í nakrari samkomu. Heldur ikki nakað

skeivt ella ilt um tað.

 

Har sum ein skriðan er lopin, er onnur væntandi, plagar at verða tikið til.

Viðvíkjandi fólkakirkjuni, so eru vit óttafull: onnur skriðan er longu lopin, og

valla slepst undan bæði triðju og fjórðu skriðuni, áðrenn okkara fedranna

kirkja (les: føroyskur kulturur í andaligari merking) verður so kryplað, at hon

gerst okkum fremmand. Í stóran mun takkað veri nýggju, politisku fávitskuni.

 

Í samgonguskjalinum 4. februar er Mentan sundurliðað í 24 ymiskum teigum,

har fólkaskúlin sjálvandi er tikin við í landsstýrisins 4-ára ætlan, men fólkakirkjan, sum de facto er yvirtikin við so at siga ongum lógum, er als ikki nevnd. Man tað vera orsakað av gloymsku, ella er tað ómentað atferð: - nú er hon yvirtikin, so er nóg mikið við henni?

Slíkt kann vekja órógvandi hugsan.

 

Í farnu viku skrivaði Sjúrður Skaale, p.t. fólkatingslimur búsitandi í Danmark (?), í bløðunum um hóttandi Berufsverbot í umsitingini av tí føroysku fókakirkjuni. Hann veit sjálvandi, at Berufsverbot, sum varð handhevjað við lóg í Týsklandi fyri tretivu árum síðani og vanligt vit og skil í okkara fólkakirkju, einki hava við hvørt annað at gera.

Fólk í almennum og privatum arbeiði verða vanliga sett í starv eftir meting um, hvørt viðkomandi er skikkaður til starvið.

Men tað, sum fólkatingslimurin skrivar um, er á so lágum støði, at kirkjufólk yvirhøvur munnu stúra fyri avleiðingunum. Hetta hevur ikki samljóð við dýrgripirnar frá eitt nú Jákupi Dahl, Mikkjali á Ryggi, Jóannesi Patursson, Fríðriki Petersen, Símuni av Skarði, Gudmundi Bruun ella Kirkjuni á tanga hjá Mariu Skylv Hansen. Stutt sagt: Kirkjufólkið er ørkymlað av tí óføroysku skriving, sum nú fer fram um fedranna kirkju.

Klandrið og skrivingin, sum tók seg upp, í somu løtu løgtingið hevði samtykt, at

fólkakirkjan skuldi koma á føroyskar hendur, er ósømiligt.

Hetta er skomm, mannminkandi, ómentað.

 

……. tjóðskaparliga sjálvfrelstur flytifuglur við tungum flogi og hásari

rødd á niðastu rók, verður skjótt einsamalt ljóð í avoyddum bjørgum……