Stig Hornshøj-Møller, mag.art
EFTIR 1945 fekk tann sokallaði »siðmenti« heimurin ein mentanarhvøkk, og vit hava enn ikki megnað at viðgjørt tær skelkandi fylgjurnar til lítar. »Ongantíð aftur Auschwitz« var slagorðið, men okkum nýtist bara at tendra sjónvarpið fyri at vissa okkum um, at tað tykist meira aktuelt nú enn nakrantíð áður.
Sæð úr hesum sjónarmiði er framsýningin, sum Jehova Vitni júst nú vísa í Norðurlandahúsinum í Havn, bæði týðandi, neyðug og sera aktuell. »Millum Mótstøðu og Matyrium« snýr seg um meinsóknina ímóti trúarsamfelagnum í Triðja Ríkinum, men hevur eisini ein boðskap, sum røkkur longri enn bert til enn eina søgu um illgerðir nasismunnar. Hon endar við einum spegli og einum spurningi, sum er sera persónligur: Hvussu hevði tú borið teg at, um tú livdi í Triðja Ríkinum? ? Nær mótmælir tú einum sníkjandi ráki fram ímóti forfylging av øðrvísi hugsandi í tínum samfelag? Skulu granskarar treingja longri inn í samfelagsfrøði og sálarfrøði fólkamorðsins, mugu teir samanbera Holocaust, sum er best lýsta fólkamorðið higartil, við aðra forfylging. Millum teir bólkarnar, ið fyrst mótmæltu gongdini í Triðja Ríkinum, vóru Jehova Vitni. Teirra søga er tí ? sæð við køldum og mestsum kensluleysum vísindaeygum ? eitt áhugavert og læruríkt »case study«, eitt nú tí hon setur heilt vanlig menniskju í fokus og sostatt setur Holocaust-skelkin í perspektiv.
Og tað er eftir míni hugsan avgerandi neyðugt, at vit langt um leingi viðurkenna, at øll, ið komu undan krígs- ella yvirgangsræðuleikunum við lívinum, hava krav uppá eina almenna fatan av teimum sálarløstum, tey dragast við. Hetta er nevniliga sjálv fortreytin fyri, at hesir sálarløstir ikki vaksa og verða støði undir frustreraðum bólkum, sum knappliga kunnu gerast fundamentalistiskar í sínum atburði og nýta harðskap. Eitt grefligt dømi úr okkara egnu tíð er jugoslaviska borgarakríggið, har óviðgjørdir sálarløstir úr seinna heimsbardaga gjørdust støði undir einum, hjá øðrum at síggja til, heilt óskiljandi fólkamorðslyndi. Og sæð við søgunnar eftirmetingarklókskapi var týski skelkurin eftir ósigurin í fyrra heimsbardaga sjálv fortreytin fyri ómenniskjansliga lyndinum, sum eyðkendi nasismuna.
Vit hava ofta hug at síggja burtur frá, at Adolf Hitler umboðaði eina »frelsarareligión«, sum nettupp »rættvísgjørdi« tann skipaða harðskapin sum ein neyðugan bága í samband við uppbyggingina av einum nýggjum og betri stati. Vit mugu eisini tora at ásanna, at nasisman leingi megnaði at virka sum eitt, at síggja til, konstruktivt aftursvar til ta djúpu samfelagskreppuna í Týsklandi fyrst í 1930?unum ? og at Adolf Hitler sjálvur kendi seg sum kosnan av lagnuni. Læran hjá Messias-ímyndini var í grundini sera einføld: Týska fólkið hevði serlig rættindi at ráða yvir øðrum, men skuldi eisini ganga ígjøgnum eina miðvísa góðsking við burturtøku av sálarliga sjúkum og minniverdum rasum sum til dømis jødum, sigoynarum og øðrum.
Týsku limirnir hjá Jehova Vitnum høvdu kortini - sum ein serligur »fundamentalistiskur« bólkur í kristindóminum ? funnið troyst fyri krígsskelkinum í trúnni á eitt annað Túsundáraríki enn tað, sum Hitler lovaði viðhaldsfólki sínum. Tey mettu hesa trúnna at hava størri týdning enn eina støðutakan til tey politisku viðurskiftini í samfelagnum ? og tey strikaðu undir neutralu støðu sína í eini yvirlýsing, eftir at Hitler hevði tikið við valdinum í 1933. Kortini vórðu Jehova Vitni í veruleikanum fyrsta trúarsamfelagið, ið kom undir skipaða forfylging. Teir sonevndu »bíbliugranskararnir« fingu á sumri 1933 skrivstovu sína í Magdeburg stongda og bøkur sínar brendar. Nasistiska valdsskipanin helt, tað fór at vera lætt at basa teimum umleið 25.000 bíbliugranskarunum við einum forboði, men nógv tey flestu av teimum hildu áfram at virka í óløgleika og byrjaðu um útlandið at almennakunngera frágreiðingar um yvirgangsframferðina í ríkinum, herímillum kz-legur.
Grundleggjandi hugburðurin millum bíbliugranskararnar var framhaldandi eitt ynski um at sleppa at liva í friði sum ein neutralur, ópolitiskur partur av fólkinum. Hetta hugaði ikki Hitler, sum á heysti í 1934 froysti: »Hesin yngulin skal týnast!« - og tá vanlig herskylda varð sett í gildi í 1935, og menn samstundis ynsktu frið upp undir Olympisku Leikirnar í 1936, útloysti hetta handtøku av fleiri túsund Jehova Vitnum, eins og Gestapo nú ansaði uppaftur betri eftir teimum.
Samsvarandi trúgv síni sýttu mannligu bíbliugranskararnir at gera hertænastu og vórðu sendir í konsentratiónslegur, so teir kundu hálsa um. At koma út aftur var einki fyri: Teir skuldu bara skriva undir eitt pappír, sum váttaði, at teir avnoktaðu trúgv sína og vildu innkallast til Wehrmacht. Hetta hendi tó at kalla aldri ? til stóra undran hjá teimum, ið vardu av legunum. Eitt annað, sum undraði vaktarmenninar, var góðsligi atburður teirra í arbeiðinum, teir vórðu settir at gera. Tað fór fram uttan tær smáónáðir og ta smásabotasju, sum sást hjá øðrum fangum. Bíbliugranskararnir, sum kendust aftur á lillalittu tríkantum sínum, vóru sostatt ? sæð við eygum vaktarfólksins ? fyrstafloks fangar og fyrstafloks arbeiðsmegi, sum einans noktaði at vera við í arbeiði, sum hevði við kríggj at gera, til dømis at framleiða herbúnar og lóður. Merkisverd er eisini tann sannroyndin, at deyðatalið teirra millum var týðiliga lægri enn í øllum øðrum bólkum, ið gjørdu sama arbeiði. Tað komst uttan iva av, at teir framvegis hildu saman á ein hátt, sum aðramáta eisini hugtók hinar bólkarnar.
Hetta galt bæði menn og kvinnur. Bróðurdóttir de Gaulles general segði soleiðis frá viðurskiftunum í kvinnuleguni Ravensbrück: »Tað, ið einamest hugtók meg hjá bíbliugranskarunum, var, at tær fingu frælsi í stundini, bara tær skrivaðu undir uppá, at tær avnoktaðu trúgv sína. Men hesar kvinnurnar, sum tóktust so ússaligar og slitnar, royndust, tá samanum kom, sterkari enn SS, ið hevði valdið og øll amboð at ráða yvir. Kvinnuligu bíbliugranskararnir høvdu ein fyrimun, nevniliga viljastyrki sína, sum eingin fekk bilbugt við.«
Hetta sitatið ? og víst kundi verið til nógv onnur ? strikar undir tað sermerkta við atsóknini ímóti Jehova Vitnum, sum hóast alt týðiliga var øðrvísi enn nasistiski týningarpolitikkurin mótvegis jødunum. Mótsett teimum vórðu bíbliugranskararnir nevniliga mettir sum ariarar. Tí kundu teir velja, sum jødarnir ongantíð kundu, men tað kom nasi-stjórninini dátt við, at teir heldur valdu ræðuleikarnar í konsentratiónslegunum enn at avnokta trúnna. Vitnini mettu nevniliga hørðu tilveru sína sum eina trúarroynd við atliti til »Túsundáraríkið«, tí Hitler mátti eyðsæð vera umboð Satans. Og henda fatanin gav teimum eyka kraft at halda fast um trúgv sína og taka tað, sum kom, við tignarligum toli.
Tá sannleikin um ræðuleikarnar í nasistisku konsentratións- og týningarlegunum kom fyri ein dag, var tað eyðvitað skipaða fólkamorðið á jødarnar í Europa, sum serstakliga fekk almenningin í øllum heiminum at geva ans. At aðrir bólkar ella einstaklingar vórðu atsøktir og myrdir varð goymt og so við og við eisini mestsum gloymt orsakað av teimum milliónatals jødunum, ið vórðu týndir, bert tí teir vóru jødar. Soleiðis eisini hjá Jehova Vitnum, har hvør einstakur helt tað vera nóg mikið at vita seg hava livað upp til krøv Guds og framhaldandi at fyrireika seg til komandi »Túsundáraríkið«.
Holocaust-granskingin broytist hesi árini til eina rættiliga fólkamorðsgransking, sum við støði í okkara sera útgreinaðu vitan um hópmorðið á jødarnar í Europa nú verður mett saman við onnur fólkamorð og onnur sløg av samfelagsskipaðari forfylging av øðrum. Framsýningin í Norðurlandahúsinum um atsóknirnar ímóti Jehova Vitnum í Triðja Ríkinum er eitt týðandi íkast til neyðuga kjakið í hesum sambandi um menniskju og mannarættindi í nútíðar samfelagnum, eins og framsýningin evnislýsir tann vandan, sum liggur í ikki at hava nóg góða fatan av fortíðar sálarløstum.
Í trúnni eins væl og í ideologiini finnast jú ikki-skilbundnir strukturar at viðgera hesar sálarløstir við, og eitt og hvørt menniskja hevur tørv á eini trúgv ella ideologi í tilveru síni. Men verða hesar persónligu og samfelagsligu frágreiðingarfyrimyndirnar ikki eisini settar undir felags opið og medmenniskjansligt orðaskifti um sjónarmið, verður úrslitið kanska ein gongd, sum kann føra til, at øðrvísi hugsandi verða gjørd ómenniskjanslig.
Eitt týðandi stig á hesi leið er stovnanin av tí danska Center for Holocaust- og Folkemordsstudier, sum júst er samtykt í samband við fíggjarlógina. Men uppaftur størri týdning hevur tað kanska, at danskir og føroyskir demokratar, við støði í humanistiskari og kristnari siðvenju, opið stríðast ímóti avnoktarum, intoleransu og rasismu við sterkasta vápni fólkastýrisins: Upplýsing, upplýsing og aftur upplýsing!
STIG HORNSHØJ-MØLLER er mag.art. í søgu og hevur millum annað skrivað bókina FØRERMYTEN - Adolf Hitler, Joseph Goebbels og historien bag et folkemord. Forlagið Tiderne Skifter, Keypmannahavn 1996.