Upptakt
Undan kappinginarárinum tóktist breið semja at verða um, at uppflytararnir úr EB/Streymi fóru at verða tað liðið, sum fór at flyta niður aftur í næst bestu deildina, tá kappingarárið var av.
Árið hevur tó hilnast hampuliga væl hjá hampuliga væl hjá uppflytarunum, og við einum sigri kunnu teir at kalla toga seg burtur úr øllum niðurflytingarvanda.
Mótstøðuliðið hevur tó eisini tørv á stigum. FS Vágar hevur stóran part av árinum verið dømt til niðurflyting, men við sigrinum á B71 fyri viku síðani søgdu teir hendan leiklut frá sæ fyribils. Trý stig sunnudagin kunnu eisini geva teimum framhaldandi tryggleika, og ivleyst fara bæði liðini á vøllin sunnudagin eftir øllum stigunum.
Mest sum fullmannað
Liðini bæði eru eisini at kalla fullmannað til dystin. Á heimaliðnum er Knút Vesturtún einasti missurin. Hann fekk triðja gula kortið seinast, og hevur tí leikbann. Annars eru allir mans tøkir, og nú Jákup Martin Joensen er fluttur heim, gerst miðvøllurin so avgjørt ikki veikari.
FS Vágar hava eisini mest sum alt sítt fólk tókt. Kim Poulsen noyddist út við skaða móti B71, og hann fær helst ikki spælt, men í aðrar mátar eru allir tøkir. Tór-Ingar Akselsen hevur verið burturstaddur síðani summarsteðgin, men er nú tøkur aftur, eins og Ruslan Screlea, sum var leikbannaður síðst.
Jógvan Hendrik Samuelsen og Per Joensen eru báðir framvegis í Føroyum, og ivaleyst verða teir báðir eisini við í royndunum at tryggja vágamonnum enn eitt ár í bestu fótbóltsdeildini.